KÍ hevur aftur prógvað sínar dygdir og sítt støðufesti í Evropa við at spæla seg víðari úr 1. umfari fjórða árið á rað - trý av teimum hava verið í Champions League.
Eftir tveir 2-1 sigrar á Atert Bissen fer støðið nakað upp í 2. umfari. Deildin í Luksemborg er styrkismett nakað lægri enn tann í Litava, og tað er meistaraliðið hiðani, sum KÍ skal spæla ímóti í 2. umfari.
Nú skal liðið hjá Magnusi Powell eisini møta einum liði, sum er í kapping: Landskappingin í Litava koyrir frá februar til november við stuttum steðgi, sum hevur verið. Mótstøðuliðið hjá KÍ spælir landskappingardyst í Litava leygardagin - og millum dystirnar móti føroysku meistarunum.
Talan var annars á pappírinum um eitt gott lutakast til 2. umfar, tí aðrir tyngri uppgávur vóru, og Meistaradeildin er hægri styrkismett enn TOPLYGA - serliga vegna mongu góðu evropeisku úrslitini hjá KÍ seinastu árini.
![]()
KÍ'arar í Luksemborg fegnast (Myndir: Klaksvíkar Ítróttafelag/Kronberg Photography)
Myndir: Stórur KÍ-fagnaður í Luksemborg
FK Kauno Zalgiris gjørdist í fjør meistari í Litava á fyrsta sinni og liggur í løtuni nummar 1 í tøttu deildini. Kauno var á veg út úr Champions League í Kosovo týskvøldið, men tvey mál móti endanum sendi liðið úr Kaunas víðari í Champions League á fyrsta sinni.
Frammanundan var størsta evropeiska úrslitið hjá Kauno Zalgiris 2-1 sigurin í Reykjavík í fjør, tá Valur varð varpað úr 2. umfari í Conference League. Arda úr Bulgaria vann úr 3. umfari, men nú kappast Kauno Zalgiris og KÍ um deildarspæl: Samanlagdi vinnarin fer í deildarspæl í, "í minsta lagi", Conference League.
Fyrri dysturin millum føroysku og litavisku meistaraliðini verður spældur við Djúpumýru týskvødið 21. juli klokkan 19.45. Seinni dysturin verður mest sannlíkt ólavsøkudag, 29. juli, í Kaunas
Í kvøld klokkan 18 spælir Víkingur móti Stjarnuni. FM1 sendir úr Klaksvík, og til ber at fylgja við á Portalinum, har fylgt eisini verður við goingdini á Malta, har NSÍ roynir at spæla seg víðari (kl.18.30)
----------------------------------------------
Champions League 1. umfar - seinni dysturin
Í gjár, mikudagin 15. juli í Luksemborg býi
FC Atert Bissen - KÍ 1-2 (1-1) - Samanlagt 2-4
9' Árni Frederiksberg 0-1
25' Roman Ferber 1-1
59' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 1-2
Champions League 2. umfar
Fyrri dysturin, týsdagin 21. juli við Djúpumýru
19.45: KÍ - Kauno Zalgiris (LIT)
Seinni dysturin, mikudagin 29. juli - dagfesting ikki endaliga váttað
Kauno Zalgiris - KÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald