Aftur eitt stórt mistak av russaranum Ian Nepomniachtchi í dag.
9. talv í HM dystinum millum Magnus Carlsen og Ian Nepomniachtchi var á skránni í Dubai í dag.
Russarin hevði hvíta fólkið, og tey flestu væntaðu, at hetta fór at vera dagurin, har hann fór koma inn í dystin aftur eftir tvey tap um vikuskiftið og ein tiltrongdan hvílidag í gjár.
Nepomniachtchi legði eisini hart út, spældi skjótt, gav norðmanninum tíðartrupulleikar, og vann eisini eina finnu í yvirvág.
Men so í 27. leiki gjørdi hann eitt álvarsligt mistak.
Magnus trúði ikki sínum egnu eygum, men uppdagaði mistakið, flutti eina finnu, og harvið misti Nepomniachtchi ein bisp, og við einum bispi í undirluta, var ongin møguleiki at vinna talvið.
Ian Nepomniachtchi royndi at telva eina løtu afturat í royndini at fáa javnleik, men mátti ásanna eftir 39 leikir, at har var einki at gera.
Magnus Carlsen er nú á odda 6-3. Tann fyrstu, ið kemur upp á 7,5 stig er heimsmeistari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald