Føroyska kvinnulandsliðið royndi seg í dag í øðrum dysti í Nations League-kappingini.
Hesaferð varð leikt á útivølli móti Kýpros, og hetta var dysturin, har kvinnurnar skuldu reisa seg eftir tepra 1-0 tapið móti Montenegro fríggjakvøldið.
Okkara komu nógv betur frá byrjan enn fríggjakvøldið og fingu hótt nakað, men mál bleiv tað ikki til.
Málleyst var í steðginum.
Í seinna hálvleiki tók Kýpros nakað yvir, og hóast okkara royndu so eydnaðist ikki. Tá so Kýpros fekk eitt skjótálop í 65. minutti og verjan hjá okkum ikki kláraði at fylgja við, kundi Antri Violari leggja heimaliðið á odda 1-0.
Føroyar leiktu seinastu fimm minuttirnar uttan liðskiparan. Ásla Johannesen fekk sítt seinna gula kort í 85. minutti og varð send av vøllinum.
Samanlagt var Kýpros farligara liðið við 12 skotroyndum ímóti fýra hjá Føroyum.
Síðst í oktober skal kvinnulandsliðið aftur í eldin, tá tikið verður ímóti Aserbadjan og Kýpros.
Kýpros - Føroyar 1-0 (0-0)
65' Antri Violari 1-0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald