Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá mansliðunum Neistanum og Team Klaksvík sum um vikuskiftið hava roynt seg í European Cup-hondbólti
Team Klaksvík hevur verið í Tuzla í Bosnia Hersegovina og tapti samanlagt 53-37. Fyrri dysturin, sum varð leiktur fríggjakvøldið endaði 30-19 til RK Sloboda, og seinna dystin vann Sloboda eisini 23-18.
(Mynd: RK Sloboda)
Hjá Neistanum var veruligt skrædl í fyrra dystinum móti ísraelska Yuvalim HC í gjár. Ellivu mál vóru á muni, 34-23, og tí var ógvuliga trupult at koma aftur í seinna dystinum í dag.
Neistamenn reistu seg tó nakað í dag, og í steðginum var 16-16. Ísaraelittar vóru tó stinnari, og vunnu 30-26 og samanlagt 64-49.
Evropeiska ævintýri hjá Neistanumn og Team Klaksvík er harvið liðugt á hesum sinni. H71 og VÍF byrja í øðrum umfari, og tað er greitt, at bæði liðini spæla á báðar dystirnar á útivølli.
11. oktober og 13. oktober spælir H71 móti kroatiska MRK Trogir, og VÍF spælir 14. og 15. oktober í móti Handball Esch í Luksemborg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald