Oyggjaleikir 2023

Aftur gull til Alex

Vann í dag finaluna í Automatic Ball Trap fyri einstaklingar.

Alex Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Alex Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-14 16:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rifluskjúttin Alex Johannesen vann í dag enn eitt gull til Føroyar.

Tað var í Automatic Ball Trap fyri einstaklingar. Mikudagin vann Alex gull í liðkapping í hesi skjótigreinini saman við Per Símunarson Hansen.

Fimm innleiðandi umfør vóru í gjár og í dag, og Alex lá á odda í kappingini líka til fimta umfarið, tá hann varð tikin aftur.

Men tað er líka mikið, tá teir seks bestu skjúttarnir fara í finaluna og byrja á null. Eins og í hini vanligu trap-kappingini er tað so, at hvørja ferð teir skjóta eina rundu, so verður tann ringasti tikin burturúr.

Og Alex stóð til síðsta mann og vann gull framman fyri Juan Manuel Bagur Bosch av Menorca og Robert Watterson av Manoy, sum fekk bronsu.

Per S. Hansen kom ikki í finaluna. Hann endaði sum nummar 11.

Í english skeet eydnaðist tað hvørki Herleif Hammer ella Jógvan Egholm at koma í finaluna. Teir endaðu báðir á 9. plássi við 106 dúgvum.

Byrsuskjúttarnir hava verið stinnir á oyggjaleikunum hesaferð. Tilsamans tvey gull, tvey silvur og trý bronsuheiðursmerki. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder