Fótbóltur

Aftur javnleikur í deyðbóltskríggi við Lettland

Gunnar Vatnhamar skoraði annan landsdystin á rað, tá leirvíkingurin fekk stútað bóltin í lettiska málið - minuttin eftir at heimaliðið hevði lagt seg á odda í tama dystinum. Avgerðin í bólkinum fellur á Malta týskvøldið.

Gunnar Vatnhamar hevur kanska lært eitt sindur frá toppskjúttanum Klæminti Olsen. Í øllum førum vísti Gunnar aftur í kvøld, at hann dugir at vera á rætta staðnum, umframt at hann hóskar væl til at spæla í slíkum dystum (Mynd: FSF)

Gunnar Vatnhamar hevur kanska lært eitt sindur frá toppskjúttanum Klæminti Olsen. Í øllum førum vísti Gunnar aftur í kvøld, at hann dugir at vera á rætta staðnum, umframt at hann hóskar væl til at spæla í slíkum dystum (Mynd: FSF)

2020-11-14 19:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið javnar til 1-1 við stútara, næstan beint eftir at Lettland hevur lagt seg til odda við einum deyðbólti. Ljóðar hetta kent? Tað hendi á Tórsvølli 10. oktober, og tað hendi aftur í Riga í kvøld.

Eins og fyri beint yvir einum mánaði síðani var føroyska spælið lítið flótandi. Tað koyrdi best eftir málið, har føroyingar vóru omaná. Í 1. hálvleiki hevði Gunnar Vatnhamar ein stútara, sum fór nakað omanfyri. Tað var tað. Annars var talan um nógvar langir bóltar, long innkøst og fleiri deyðbóltar ið bert góvu hálvar støður. Klæmint og Meinhard Olsen fingu lítið burturúr í álopinum - tó at Klæmint fekk nógv fríspøk, og umstøðurnar vóru truplar - og bakkarnir sluppu sjálvdan til sín rætt í álopskenda spælinum. Gilli Rólantsson var í dag valdur frammum Jóannes Kalsø Danielsen á høgra bakki. Tað var týðiligt, at Brandur Hendriksson og Hallur Hansson vóru saknaðir at stýra spælinum, hóast menn stríddust væl.

Sí myndir frá dystinum

Spælið hjá heimaliðnum var heldur ikki nakað at reypa av, men Viljormur Davidsen, ið var liðformaður í kvøld, einaferð í 1. hálvleiki varð noyddur at bjarga á strikuni. Hann og hinir føroyingarnir megnaðu ikki at forða Lettlandi at skora í samband við eitt frísparksinnlegg úr høgru, sum varð snittað víðari. Kamiss kundi lættliga seta bóltin í málið, og so var liðið hjá Håkani Ericson á veg móti fyrsta tapinum í einum kappingardystinum 

Tíbetur svaraðu føroyingar aftur í næsta álopi. Viljormur legði høgt innfyri úr vinstru, og við aftaru stong leyp Gunnar væl upp, og stútarin sigldi í longra málhorn. Helst ætlaði 25-leirvíkingurin at stúta bóltin víðari til ein viðleikara, men: Mál nummar tvey uppá fýra dagar hjá víkinginum í baltisku londunum. Gunnar spældi allan dystin - fyrst sum vinstri miðvallari og síðani sum makkari hjá bróðrinum Sølva, sum spældi saman við Rógva Baldvinssyni á sentrala miðvøllinum, áðrenn Rógvi varð avloystur miðskeiðis í 2. hálvleiki av Ára Mohr Jónsson. Ári spælir vanliga sum vinstri bakkur, men var í kvøld á kantinum.

Málið hjá Gunnari Vatnhamar tryggjaði Føroyum fjórða javnleikin á rað móti Lettlandi. Tað varð ikki heilt nær við, at nakað avgerandi mál kom, og so fellur avgerðin í bólkinum á Malta týskvøldið. Tá verða Hallur og Brandur aftur á liðnum, men Sonni Ragnar hevur leikbann til hendan dystin, har Føroyar hava tørv á minst einum javnleiki. Malta kom afturum móti Andorra á heimavølli, tá Andorra skoraði sítt fyrsta mál í kappingini, men maltesar fingur trý mál í 2. hálvleiki og kunnu harvið framvegis fara framvið Føroyum.

UEFA Nations League Deild D, bólkur A
Daugacas stadions, Raga - 14. november
Lettland - Føroyar 1-1 (0-0)
59' Vladimir Kamiss 1-0
60' Gunnar Vatnhamar 1-1

Ta' Qali National Stadium
Malta  - Andorra 3-1 (0-1)

Støðan í bólkinum: 
Føroyar 11
Malta 8
Lettland 4 
Andorra 2

Týsdagin 17/11: (19.45) Malta - Føroyar 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder