Annað

Aftur tepurt tap

Føroyska talvlandsliðið spælir seinasta dyst í EM kappingini í Batumi í Georgia fyrrapartin.

Rógvi Egilstoft hevur dag um dag vunnið í dystunum móti Íslandi og Portugal, og er toppskjútti á føroyska landsliðnum í EM

Rógvi Egilstoft hevur dag um dag vunnið í dystunum móti Íslandi og Portugal, og er toppskjútti á føroyska landsliðnum í EM

2025-10-14 06:56 Author image
Innsent
placeholder

Tað var sama søgan hjá Føroyum í áttanda umfari móti Portugal mánadagin, sum í sjeynda umfari móti Íslandi sunnudagin í EM-kappingini fyri talvlandslið í Batumi. 

Vit taptu 2½-1½. 

Og innanhýsis fullu stigini meinlík í báðum dystunum. Brøðurnir Rógvi og Høgni eru álitið. Rógvi vann, og Høgni telvaði javnt. Luitjen og Martin taptu aftur við svarta fólkinum.

Javnleikurin hekk í luftini, tí Martin átti av røttum at fingið endatalvið javnt, men hann fór skeivur og tapti.

EM - 8. umfar, Batumi

Føroyar - Portugal 1½-2½

IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389 - IM Andre V. Sousa 2433 ½-½
Luitjen A. Apol 2318 - Jose Barria 2376 0-1
Rógvi Egilstoft 2304 -  Bruno Martins 2363 1-0
Martin Poulsen 2276 - IM David Martins 2430 0-1

Føroyar hava tí framvegis bara tvey stig fyri sigurin á Skotlandi. Vit eru nummar 39 og næstaftast fyri seinasta umfar í dag.

Seinasta umfar

Dystirnir í níggjunda og seinasta umfari byrja longu klokkan níggju í morgun, føroyska tíð. 

Føroyar telva móti Georgia D.

Tað er spenningur í oddanum. Ukraina og Aserbadjan eru fremst við trettan stigum. Síðani koma Niðurlond, Ongland og Serbia við ellivu stigum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder