Fótbóltur

Afturgongd hóast sigur

Sigurin móti Malta var ikki nóg mikið til, at Føroyar fóru fram á FIFA-styrkislistanum - annan mánaðin á rað fór føroyska A-landsliðið hjá monnum eitt pláss aftur.

Føroyar og Malta ganga aftur á nýggjasta FIFA-styrkislistanum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyar og Malta ganga aftur á nýggjasta FIFA-styrkislistanum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-24 15:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á nýggjasta styrkislistin hjá FIFA eru Føroyar millum Tailand og Aserbadjan. Føroyar eru nummar 110 í heiminum og hava 11 onnur UEFA-lond aftanfyri seg. 

Hetta er ein afturgongd á eitt pláss. Síðani listan ið varð kunngjørdur 19. septemeber, hevur føroyska liðið tapt 3-0 fyri Rumenia og vunnið 1-0 á Malta. Sigurin móti Malta á Tórsvølli var tann fyrsti síðani sigurin á Malta á Tórsvølli í Nations League í september í fjør. Hann ger tó ikki, at Føroyar lata verða við at ganga aftur. Malta er triðniðast av evropeisku londunum, og er nummar 182 - tað eru trý pláss lægri enn seinast.

[object Object]

Í oddinum er lítið broytt. Spania, ið vit eru í bólki við, er gingið eitt pláss aftur orsakað av javnleikinum móti Noreg og hevur býtt um pláss við Kroatia. Argentina og Kolumbia og Uruguay og Portugal hava eisini býtt pláss. Topp-fýra er tann samai sum í september.

Svøríki verður verandi á 18. plássi, Noreg er farið tvey pláss upp, og tað er Rumenia eisini. Danmark er framvegis beint frammanfyri Italia og Týskland.

Topp 10

1. Belgia
2. Frakland
3. Brasil
4. Ongland
5. Uruguay
6. Portugal
7. Kroatia
8. Spania
9. Argentina
10.Kolumbia

Føroyar, londini í bólki okkara og hini Norðurlondini
------------
14. Danmark 
18. Svøríki 
29. Rumenia
40. Ísland
45. Noreg
55. Finnland
110. Føroyar
182. Malta

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder