Fótbóltur

Afturstig á talvolympiaduni

Helgi Dam Ziska gekk undan sum gott fyridømi og vann sannførandi við svarta fólkinum á 1. borði, men Egilstoft-brøðurnir úr Sandavági máttu báðir sættast við remis. Og á fjórða borði tapti 16 ára gamli Luitjen, sum er við á OL á fyrsta sinni.

Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, skarar framúr á føroyska landsliðnum á talvolympiaduni í India

Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, skarar framúr á føroyska landsliðnum á talvolympiaduni í India

2022-08-02 20:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eitt sindur snópisligt kennist tað, at Føroyar ikki vunnu á Libanon á talvolympiaduni í dag. Dysturin endaði javnur 2-2.

Føroyar eru styrkismettar væl ovari enn Libanon, okkara telvarar høvdu hægri styrkitøl á øllum borðum, og vit hava vunnið stórsigrar á Libanon í seinastu dystunum landanna millum.

Helgi Dam Ziska gekk undan sum gott fyridømi og vann sannførandi við svarta fólkinum á 1. borði, men Egilstoft-brøðurnir úr Sandavági máttu báðir sættast við remis. Og á fjórða borði tapti 16 ára gamli Luitjen, sum er við á OL á fyrsta sinni.

Eitt sindur hugstoytt, at okkara menn við nærum 350 ratingstigum fleiri tilsamans á øðrum og fjórða borði - og hvíta fólkinum aftrat - einans fáa eitt hálvt stig.

Dysturin í dag mundi vera tann lakasti hjá okkum higartil í kappingini. Og tá veit kanska ikki so illa við kortini, tí vit taptu so ikki dystin.

[object Object]

Undir miðal
Skal ein leyslig støðumeting gerast av føroysku úrtøkuni eftir fimm dystir, má staðfestast, at vit liggja heldur lægri enn tað, ið vit eru styrkismettir til. Vit eru í løtuni nummar 97 í røðini av teimum 188 liðunum, men eftir styrkitølunum eru vit mettir til at vera nummar 60. Vit avrika tí ikki í samsvar við okkara styrkitøl.

Helgi Dam Ziska er tó undantakið. Hann er tann einasti av føroysku telvarunum, sum heldur sítt ratingtal. Hinir ganga allir eitt vet aftur, sum nú er. Men hetta kann broytast skjótt. Og kappingin er ikki hálvrunnin enn. 

Úrtøkan hjá hvørjum sær er hendan:

1. Helgi Dam Ziska 3½/5

2. Høgni Egilstoft Nielsen 2/5

3. Rógvi Egilstoft 2/4

4. John Rødgaard 1/3

5. Luitjen Akselsson Apol 1/3

Sætta umfar er í morgin. Seinni í kvøld vita vit, hvørjum Føroyar telva ímóti. Men ikki fyrr enn í morginári, verður liðið sett. 

Hósdagurin er einasti frídagurin á olympiaduni. Fríggjadagin verður so tørnað til aftur, og tá verður ikki helmað í, fyrr enn liðugt er týsdagin 9. august.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder