Hondbóltur

Agatha venur við A-landsliðnum hesa vikuna í Føroyum

19-ára gamla Agatha Kjærbæk Djurhuus hevur staðið seg væl í VB hetta kappingarárið - strikuspælarin og miðverjin hevur eisini verið á øllum ungdómslandsliðunum.

Agatha Kjærbæk Djurhuus, uttast til vinstru, til venjing i Hoyvík sunnukvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Agatha Kjærbæk Djurhuus, uttast til vinstru, til venjing i Hoyvík sunnukvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-03 10:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Umframt tær 16, sum eftir ætlan skulu á dómaraseðlan til dystin móti Portugal í annaðkvøld, vandi ein ung vágskvinna við liðnum í gjár.

Tað gjørdi hon, umfamt aðrar í U20-landsliðsaldri, eisini í Hoyvík sunnukvøldið, og landsliðsvenjararnir vátta fyri Portalinum, at Agatha Kjærbæk Djurhuus skal venja við A-landsliðnum til allar venjingarnar í Føroyum í hesum landsliðsvindeyganum.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

19-ára gamli strikuspælarin og miðverjin er í gongd við eitt gott kappingarár í VB, har hon, sambært handballstatz, hevur skorað 81 mál. Tað svarar til nærum fimm mál í miðal fyri hvønn dyst.

[object Object]
Agatha Djurhuus (nr. 11) í dysti móti EB (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Her sæst Agatha liggjandi í dysti móti Spania í EM-endaspælinum (Mynd: EFH/Kolektiff)

Agatha hevði eisini eitt gott U19 EM endaspæl í fjør, og árgangurin hevur eitt U20 HM fyri framman í summar.

Ungi strikuspælarin verður ikki partur av dystarhópinum mikukvøldið, tá Føroyar spæla týðandi EM-undankappingardyst, uttan so okkurt óvæntað hendir við einum av hinum strikuspælarunum.

Men støðan er tann, at Bjarta Johansen gevst eftir landsdystirnar í apríl, og at venjararnir og HSF hyggja frameftir. Millum annað tí hevur Agatha Kjærbæk Djurhuus fingið møguleikan at vísa seg fram til venjingar saman við teimum bestu føroysku spælarunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder