Fótbóltur

Aguero søkti Arsenal

Argentinski áleyparin gjørdi hattrick, tá Manchester City legði trýst á Liverpool í oddastríðnum.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-02-03 19:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stórdystur var á skránni, tá Arsenal var á vitjan hjá Manchester City seint seinnapartin. Tað var ein týðandi dystur í stríðnum um Premier League-heitið og í dystinum um 4. plássið. 

Manchester City legði hart út, og í fyrsta álopinum sló Sergio Aguero til. Men tíggju minuttir seinni javnaði Laurent Koscielny í samband við hornaspark. City var tó omaná í spælinum og skapti væl fleiri møguleikar. Beint fyri hálvleik var Aguero eisini á blettinum eftir upplegg frá Raheem Sterling.

City fór harvið til steðgin við einari leiðslu, og tá ein tími var leiktur gjørdist brekkan hjá Arsenal tyngri, tá Aguero fullførdi sítt hattrick.

Liðið hjá Guardiola koyrdi sigurin trygt heim og er nú tvey stig aftanfyri Liverpool, ið spælir á útivølli ímóti West Ham í morgin. Arsenal misti eitt fet í mun til Chelsea og United í stríðnum Champions League. 

Manchester City - Arsenal 3-1 (2-1)

Fyrr í dag vann Manchester United 1-0 á útivølli ímóti Leicester.
Les meira her

Stigatalvan sær soleiðis út í løtuni:

1

Liverpool *

 

61 stig

2

Manchester City

 

59 stig

3

Tottenham Hotspur 

 

57 stig

4

Chelsea

 

50 stig

5

Manchester United

 

48 stig

6

Arsenal 

 

47 stig

7

Wolverhampton Wanderers

 

38 stig

8

Watford

 

34 stig

9

Everton

 

33 stig

10

AFC Bournemouth 

 

33 stig

11


Leicester City

 

32 stig

12

West Ham United *

 

31 stig

13

Brighton & Hove Albion

 

27 stig

14

Crystal Palace

 

27 stig

15

Newcastle

 

24 stig

16

Southampton

 

24 stig

17

Burnley

 

24 stig

18

Cardiff City

 

22 stig

19

Fulham

 

17 stig

20

Huddersfield Town

 

11 stig

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder