Fótbóltur

Áhugaverd mótstøða bíðar HB

Um HB kemur víðari i Champions League verður mótstøðan sera trupul - helst verður tað Reyða Stjørna - Um føroyameistararnir tapa ímóti HJK, bíðar Rosenborg ella Linfield í Europa League.

HB kann koma at hitta fyrrverandi mótstøðuliðið hjá B36 (Mynd: Sverri Egholm)

HB kann koma at hitta fyrrverandi mótstøðuliðið hjá B36 (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-19 12:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB skal spæla minst fýra evropeiskar dystir í ár. Líkamikið um liðið hjá Heimiri Guðjónssyni fer víðari ella verður sligið út ímóti HJK Helsinki í fyrsta umfarið av Champions League. Í gjár var greitt, at HB skal spæla ímóti finsku meistarunum um nakrar vikur

[object Object]
(Fyrrverandi HB-leikarin, Heðin Hansen, í dysti ímóti HJK Helsinki í Champions League í fjør - Mynd: Sverri Egholm)

Í dag hevur lutakastið til 2. umfar í Champions League, umframt fyrsti partur av lutakastinum til 2. umfar til Europa League verið. HB var við í báðum førum; um føroyameistarin ikki kemur víðari í Champions League fer HB yvir í Europa League.

Støðið í Champions League er høgt, og greitt varð fyrr í dag í Nyon, at HB møguliga skal spæla ímóti liðið, sum vann á núverandi meistarunum í kappingini í fjør. Í bólkaspælinum í 2018/2019 gjørdi Crvena Zvezda vart við seg at vinna 2-0 á Liverpool í Beograd og argaði eisni Napoli. Sebisku meistararnir eru eisini favorittar á vinna á tvífaldu litavisku meistarunum í fyrsta umfari. Vinnarin av hesari uppgerðini skal spæla ímóti HJK Helsinki ella HB seinast í juli mánaði.

[object Object]
(Leikarar hjá Reyðu Stjørnu fegnast eftir at hava vunnið á Liverpool - Mynd: EPA)

HB er undirtippað í fyrsta umfarið, so tað er meira sannlíkt, at tað verður í Europa League at næstu dystirnir í Europa verða leiktir. Í so fall var talan um áhugavert lutakast, tí taparin av Linfield og Rosenborg skal møgulga til Føroyar. Linfield er undirtippað, og hevur fleiri ferðir áður verið í Føroyum. Eitt feriurrakt ÍF lið varð varpað út av norðurírunum í 2013, men árið fyri var B36 eina brotssparkskapping frá at spæla seg víðari ímóti Linfield í Champions League eftir 0-0 í 210 minuttir. Í 2014 vann Linfield aftur tepurt á B36. Í 2015 vann NSÍ heimadystin ímóti Linfield, men tað rakk ikki. Roseborg var eisini í Føroyum í 2015, tá norska liðið vann 2-0 á Víkingi. 

Champions League 2. umfar
Sūduva (LTU)/Crvena zvezda (SRB) v HJK Helsinki (FIN)/HB Tórshavn (FRO)

Europa League 2. umfar
HJK Helsinki (FIN)/HB Tórshavn (FRO) v Linfield (NIR)/Rosenborg (NOR)

Nú klokkan 13.00 verður lutakast um, hvussu B36, KÍ og NSÍ skulu spæla, um tey vinna seg í 2. umfar. B36 kann m.a. trekkja Esbjerg og Wolves, KÍ kann fáa Roma ella Rangers, og um NSÍ megnar at stríða seg ígjøgnum undanumfarið og 1. umfar, so kann verða talan um eina relativa yvirkomiliga uppgáva í 2. umfari, tí vannarin av NSÍ - Malmö

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder