Fótbóltur

HB skal til Finnlands

Føroyameistararnir fingu eitt rímiliga gott lutakast í Champions League - annað árið á rað kemur finska høvuðsstaðarliðið á vitjan í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-06-18 13:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakastið til fyrsta umfar í Champions League undankappingini hevur júst verið í Nyon í Sveis. HB var í bólki 3 í lutakastinum, og tískil var møguleiki at møta hesum seks styrkismettu liðunum:

BATE Borisov (BLR)
Maribor (SVN)
Rosenborg (NOR)
HJK Helsinki (FIN)
Dundalk (IRL)
The New Saints (WAL)

HB var triðseinasta liðið úr pottinum, og spælir fyrra dystin á útivølli í finska høvuðsstaðnum. HJK Helsinki trekti Víking í fjør á sama stigi í kappingini og vann samanlagt 5-2. Hugsast skal tó um, at liðini spældu ein rímiliga javnan dyst á Svangaskarði - har HJK vann 2-1 - og at Víkingur ikki var á sama støði sum nú og sum undanfarnu ár.

Tað kundi verið væl verri: BATE Borisov var einasta seedaða liðið, ið var eftir í tí bollanum og um HB ikki hevði trekt HJK hevði leiðin gingið til Hvítarusslands. BATE hevur fleiri ferðir verið við í bólkaspælinum í Champions League og var liðið við næsthægsta styrkistalinum í lutakastinum (aftanfyri Celtic). Finsku meistararnir  vóru nummar 10 á listanum við 9.000 stigum; HB fjórðniðast av teimum 32 við beint yvir 1.000 stigum. 

Hetta er fyrstu ferð síðani 2016, at HB spælir evropeiskan fótbólt, og fyrstu ferð síðani 2014 at tað er í Champions League. Fyrri dysturin verður í Helsinki 9/10 juli. Returdysturin verður leiktur í Gundadali 16/17 juli. Í morgin verður greitt, hvørjum HB kann møta, um liðið spælir seg víðari.

Um eina løtu verður lutakastið til fyrsta umfar í Europa League, har m.a B36 fær sína lagnu at vita.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder