Lutakastið til Nations League 2024/2025 er júst av. Føroyar eru í deild C, sum er tann triðhægsta av teimum fýra deildunum, og fingu trý ógvuliga ymisk mótstøðulið.
Fyri tveimum árum síðani endaðu Føroyar á 3. plássi í sínum bólki, og tað var nóg mikið til at halda sær í deildini. Tað var heldur ikki langt frá, at Føroyar vunnu sær atgongd til EM-play-off umfarið.
Til hesa útgávuna í Nations League eru EM-pláss ikki uppá spæl, tí EM verður jú í summar, og HM er á skránni í 2026. Fyri Håkan Ericson og hansara menn snýr tað seg tí nú millum annað um at verða verandi í deildini. Tað ger man við at enda í minsta lagi á 3. plássi í bólkinum, sum telur fýra lið.
Bólkurin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Armenia
Føroyar
Norðurmakedónia
Lettland
Hetta kann helst roknast sum eitt gott lutakast hjá Føroyum.
Armenia var á pappírinum veikasta liðið úr styrkisbólki 1 - tað hevði helst verið tyngri at hitt Rumenia ella Svøríki serliga. Armernar eru á 93. plássi á FIFA-styrkislistanum. Heilt stóra fótbóltsstjørnan við armeskum passi, Henrikh Mkhitaryan, er givin á landsliðnum. Liðið stóð seg tó rímiliga væl í EM-undankappingini í fjør.
At man ikki fekk Norðurírland og serliga Kýpros úr styrkisbólk 3, kann man iðra seg um. Norðurmakedónia var við til EM-endaspælið í 2021. Føroyar vístu tó í venjingardysti í fjør, og uttan fleiri lyklaspælarar, at man væl kann spæla við móti Norðurmakedónia. Tað endaði 1-0 í Skopje við málið seint í dystinum. Hetta er higartil einastu ferð, at Føroyar og Norðurmakedónia hava spælt á A-landsliðsstigi hjá monnum.
Føroyska byrjanaruppstillingin í Skopje í mars í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyar og Lettland hava spælt fimm ferðir ímóti hvørjum øðrum. Seinast var í 2020, tá liðini vóru í bólki saman í Nations League deild D, ið Føroyar vunnu. Tað endaði við 1-1 javnleiki í báðum dystunum millum liðini, sum hava spælt fýra javnleikir í søguni. Føroyar hava vunnið einaferð móti Lettlandi og harvið ongantíð tapt fyri landinum. Tað var helst gott, at Belarus ikki kom í hendan bólkin úr styrkisbólki 4.
Jóannes Bjartalíð í dysti móti Lettlandi á Tórsvølli í 2020. Tað er vanliga ógvuliga javnt millum londini. Lettland fekk ein sigur á Armenia í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
Harvið fitt av ferðing og áhugaverdar ítróttarligar avbjóðingar hjá føroyingunum í heyst.
Dystirnir í UEFA Nations League eru lagdir so í ár, at tveir eru tíðliga í september, tveir eru millum 10. og 15. oktober og tveir teir seinastu í tíðarskeiðnum 14. til 19. november. Dystarskráin kemur skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald