Tað er Ajax, ið kann fegnast eftir fyrru hálvfinaluna móti Tottenham, ið annan dystin á rað tapti á nýggja heimavøllinum. Hollendska stórfelagið hevur nú gótt útgangsstøði til seinnu hálvfinaluna í Amsterdam, og stendur harvið á gáttina til eina Champions League-finaluni.
Ajax hevur leikt við dirvi, orku,høgari tekniskari góðsku og einum vilja at leypa á, í ársins Champions League. Tað var soleiðis, at útiliðið kom út til uppgávuna i London í kvøld, og eftir eitt korter var 1-0. Eftir gott uppsæl fann Ziech við sera góðari sending Van de Beek, ið einsamallur við Lloris var ísakaldur.
(van de Beek eftir sítt mál - Mynd: EPA)
Hjá Tottenham hevði Son leikbann, Kane manglaði framvegis, og tað gjørdu miðvallararnir Winks og Dier eisini. Jan Verthongen noyddist eisini út eftir samanstoyt í 1. hálvleiki. Heimaliðið fekk ongantíð av álvara spælið at koyra og fekk hótt vælskipaða Ajax-liðið, ið fimm minuttir fyri tíð hevði stóran møguleika at økja eftir frálíka umstilling. Neres rakti stongina, men Ajax niðurlegði Spurs á útivølli eins og Real Madrid og Juventus.
Fyrra hálvfinalan
Ajax - Tottenham 1-0
'15 Donny van de Beek 1-0
Í annaðkvøld dystast Barcelona og Liverpool á Camp Nou.
Fótbóltur
Ajax gjørdi aftur bart á útivølli
Hollendska liðið vann 1-0 í London og hevur harvið gott útgangsstøði til heimadystin næsta mikudag.
Ajax vísti aftur styrki í kvøld (Mynd: EPA)
2019-04-30 22:14
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald