Sunnudagin verður greitt, hvørt Ajax København skal spæla í fremstu donsku deildini næsta kappingarár ella ikki.
Felagið hjá Elsu Egholm og tvíburðunum Vár og Lív Bentsdóttir Zachariasen vann fyrsta play-off umfari, og eftir tveir dystir móti Aalborg, sum hevur spælt í bestu deildini, er 1-1.
Aalborg vann heimadystin síðsta vikuskift, men í í Bavnehøj høllini í gjár vann Ajax 23-21.
Føroysku landsliðsspælararnir skoraðu samanlagt seks mál í 23-21 sigrinum: Elsa trý, Lív tvey og Vár eitt.
Elsa Egholm skorar her í Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)
Sum úrslitið vísir, var verjuavrikið sterkt, og tað var við Vár og Lív í miðverjuni og Elsu á bakkinum, at Ajax hevði tamarhald á Aalborg.
Avrikið hjá Vár B. Zachariasen var so mikið gott, at hon varð kosin dagsins spælari.
Við hesum úrslitinum er greitt, at triði dysturin millum liðini sunnudagin 17. mai verður avgerandi fyri, hvør spælir í fremstu donsku deildini eftir summarferiuna.
Annika Fríðheim Petersen er sáttmálabundin til Aalborg ein dyst afturat. Síðani skiftir føroyski landsliðsmálverjin, sum felagið so gott sum hevur fryst úti í fleiri mánaðir, til bestu pólsku deildini.
Harvið hevði tað verið ein stórur føroyskur fyrimunur, um Ajax megnar at koppa Aalborg aftur sunnudagin. Hesin dysturin í Norðurjútladi byrjar klokkan 14 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald