Fótbóltur

Ajax skal gera arbeiði liðugt á heimavølli

Spennandi Ajax-liðið stendur sum favorittur at spæla seg í Champions League-finaluna; Tottenham skal royna at gera tað til eina enska finalu.

Fyrrverandi og núverandi Ajax-leikarar hittast á Johan Cruyff leikvøllininum til avgerandi dyst í kvøld (Mynd: EPA)

Fyrrverandi og núverandi Ajax-leikarar hittast á Johan Cruyff leikvøllininum til avgerandi dyst í kvøld (Mynd: EPA)

2019-05-08 14:14 Author image
Agnar Prestá

Kvøldið í gjár var eitt heilt serligt í Champions League-høpi og í fótbóltshøpi generelt. Liverpool framdi eitt ógvuliga flott comeback móti Barcelona við at vinna 4-0 á Anfield og spæla seg í finaluna. 

Sí eisini: Hoyr hvussu Anfield ljóðaði eftir ótruligu hálvfinaluna

Í kvøld skal mótstøðuliðið hjá Klopp og hansara monnum finnast. Tað er í Amsterdam, at hetta verður avgjørt. Ajax hevur tikið alt Evropa á bóli í Champions League í ár við at sláa Real Madrid og Juventus út, og liðið hevur eitt gott útgangspunkt undan seinnu hálvfinaluni móti Tottenham í kvøld. Ajax vann 1-0 í London í seinastu viku og er harvið nær við sína fyrstu Champions League-finalu síðani 1996. 

Tottenham hevur ongantíð spælt í einari Champions League-finalu, og hetta er fyrstu ferð, at enska liðið spælir í hálvfinalu í kappingini. Tottenham hevur havt eina sera ringa gongd í Premier League, har liðið bert hevur vunnið tríggjar ferðir í seinastu 11 dystunum. Tottenham megnaði tó, at sláa Manchester City út í fjórðingsfinaluni. 

Pochettino skal finna mátan at basa Ajax uppá, og tað kann gerast talan um ein sera opnan og undirhaldandi dyst millum tvey lið, ið vilja leypa á. Harry Kane er framvegis úti, og tað er fyrrverandi Ajax-miðverjin Davinson Sanchez eisini. Hinir báðir verjuleikararnir við fortíð í hollendska stórfelagnum, Jan Verthongen og Toby Alderweireld, eru tó báðir tøkir aftur. 

Seinna hálvfinalan - 08.05 í Amsterdam
20.00: Ajax (1) - Tottenham (0)
TV3+/Viaplay