Fótbóltur

Hoyr hvussu Anfield ljóðaði eftir ótruligu hálvfinaluna

Áskoðarnir sungu saman við leikarum og øðrum "You'll Never Walk Alone" á kenda leikvøllinum eftir 4-0 sigurin á Barcelona.

Hugtakandi løtan tá Anfield fegnaðist um sigurin í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Hugtakandi løtan tá Anfield fegnaðist um sigurin í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2019-05-08 12:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum so ofta fyrr var Anfield ein frálik kulissa fyri eitt stórt fótbóltskvøld í gjár. Liverpool vendi 0-3 til 4-3 samanlagt á ótrúligan hátt móti einum av mætastu fótbóltsliðunum í heiminum. Messi og hinir spældu á einum leikvølli, har heimaáskoðarnir allatíðina gjørdu sítt til fyri at hjálpa enska liðnum. 

Les eisini: 
Annað árið á rað at Barcelona blakar eina trý máls-leiðslu burtur
Klopp vunnið allar tíggju knock-out uppgerðirnar á odda fyri Liverpool

Eftir at bragdið var fullført, var tíð til at syngja eyðkenda sangin sum til hvønn heimadyst rungar á Anfield. Og "You'll Never Walk Alone" hjá Gerry and the Pacemakers hevur sjáldan ljóðað betri, enn tá teir yvir 40.000 áskoðarnir hjá heimaliðnum sungu saman við leikarum og venjaratoymi, ið stóðu frammanfyri The Kop.

Frásøgumaðurin hjá TV3+, sum saman við Micheal Laudrup setti orð á stóra fótbóltskvøldið fyri mongum donskum og føroyskum hyggjarum, fangaði løtuna av frásøguplássunum. Síggj upptøkina hjá Carsten Werge her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder