Tíðliga í mars í 2017 vann Barcelona heili 6-1 á PSG á Camp Nou, eftir at Messi, Neymar og hinir vóru fyri 4-0 ósigri í París í fyrru uppgerðini í áttandapartsfinaluni. Hetta varð mett at vera eitt tað mest ótrúliga comebacki í Champions League-søguni, men seinastu tvey árini hevur Barcelona verið offur fyri einari dramatiskari kúvending í tveimum førum.
Í fjør tyktist Barcelona sera uppsett uppá at røkka evropeiska tindinum aftur, og við 4-1 sigri á Roma í fyrru kvartfinaluni hevði liðið hjá Valverde annað beini í hálvfinaluni. Men málið hjá Edin Dzeko á Camp Nou skuldi vísa seg at vera sera týdningarmikið, tí Roma vann 3-0 eftir frálíkt avrik á olympiska leikvøllinum í italienska høvuðsstaðnum vikuna eftir, tá Barcelona fullkomiliga fall saman.
(Mynd: EPA)
Í ár var tað eitt stig longri í kappingini; Barcelona kundi lukta finaluna eftir Messi-gand og 3-0 á Camp Nou. Við ongum útivallarmálið og ongum Salah og Firmino tykrist uppgávan hjá Liverpool vónleys, men Klopp og co. tóku fótbóltsheimin á bóli í gjárkvøldið og vunnu 4-0. Harvið er Liverpool í finaluni í Champions League annað árið á rað.
Fyrrverandi United-venjarin, José Mourinho, segði framanundan dystinum, at hann ikki hevði sett eina krónu uppá Liverpool at fara víðari, og Liverpool-legendan Jaimie Carragher segði í donskum sjónvarpi eftir dystin, at hetta var størsta kvøldið, sum hann hevur upplivað á Anfield.
(Allison í dysti í gjárkvøldið - Mynd: EPA)
Felags fyri comebacki hjá Roma og Liverpool er málverjin. Brasilianski málverjin Allison Becker vardi málið hjá rómverjum í fjør, og varð í summar seldur til Onglands fyri høgan keypsprís. Hann helt í báðum heimadystunum málið reint og hevði í gjár nakrar góðar og umráðandi bjargingar.
Hóast Barcelona situr á La Liga - átta meistaraheiti seinastu ellivu árini - so fylgir evropeisk viðgongd ikki við í løtuni. Miðlarnir í Spania eru ikki mjúkir eftir lemjandi ósigurin í gjár, og spurningurin er, hví slíkt kollaps endurtekur seg.
Fótbóltur
Annað árið á rað at Barcelona blakar eina trý-máls leiðslu burtur
Í fjør gjørdi Roma tað ótrúliga við at vinna 3-0 í seinna dystinum á katalanska stórfelagnum; hesaferð tók Liverpool tað eitt stig longri.
Enn einaferð ein vónbrotin Lionel Messi eftir avgerandi Champions League dyst (Mynd: EPA)
2019-05-08 09:31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald