Fótbóltur

Áki avloysir Aleksandur

Aleksandur Jensen fekk ein snudd í dystinum móti 07 Vestur leygardagin, og hevur hann tí givið avboð til U21-landsliðið, sum fer til Armenia mánadagin. Í staðin eru boð send eftir liðfelaga hansara, Áka Johannesen.

Áki Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Áki Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-29 15:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á middegi mánadagin setir føroyska U21-landsliðið kós ímóti Jerevan í Armenia, har liðið skal spæla EM-undankappingardyst hósdag seinnapart, og 6. september koma fransmenn á vitjan á Svangaskarði.

Mánadagin úttók Sámal Erik Hentze, U21-landsliðsvenjari, hópin til teir báðar dystirnar, men venjarin verður nú noyddur at síggja burtur frá Aleksanduri Jensen úr B68, skrivar heimasíðan hjá FSF.

Aleksandur fekk ein snudd í dystinum móti 07 Vestur leygardagin, og hevur hann tískil givið avboð til U21-landsliðið. Í staðin hevur Sámal Erik Hentze sent boð eftir liðfelaginum hjá Aleksanduri, Áka Johannesen.

Hópurin, sum skal spæla móti Armenia og Fraklandi, sær tí soleiðis út:

Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Rasmus Nilsson, Hvidovre IF (DK)
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Dann Fróðason, 07 Vestur
Børge Petersen, KÍ
Noah Hans Mneney, Víkingur
Pætur T. Skipanes, NSÍ
Ási P. Dam, HB
Elias El Moustage, EB/Streymur
Stefan Radosavljevic, HB
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Símun Sólheim, EB/Streymur
Stefan Løkin, B68
Áki D. Samuelsen, HB
Hanus Sørensen, Middelfart BK (DK)
Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (NO)
Andrass Johansen, B36
Heini F. Sørensen, FC Midtjylland (DK)
Áki JOhannesen, B68
Bárður Ó. Jensen, B68

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder