2019-10-28 22:38
Áki Mørk, sum hevur royndir sum venjari hjá besta liðnum hjá Neistanum, skal framyvir venja Team Klaksvík.
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein og Hans Arni Thomsen vóru undan kappingarárinum settir sum venjarar, men eru ikki venjarar longur.
Áki Mørk skal hjálp Team Klaksvík, sum enn einki stig hevur fingið á kontuna hetta kappingarárið, til fyrstu stigini.
Sunnudagin klokkan 17 eru kollfirðingar á vitjan í Klaksvík. KÍF liggur á triðja plássi eftir seks dystir við sjey stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald