2025-12-16 18:06
Føroyski U21 landsliðsliðskiparin er í samráðingum við svensku meistararnar Mjallby.
Sambært keldum hjá norsku Nettavisen er samband millum Mjallby og Ranheim, har 21 ára gamli álopskendi miðvallarin spælir.
Áki Samuelsen kom til Ranheim í næstbestu norsku deildini undan kappingarárinum 2025 og hevur gjørt nógv um seg.
Sambært norska miðlinum kann Áki Samuelsen fara at verða keyptur fyri góðar 6,2 milliónir danskar krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald