2025-12-28 11:01
Føroysku U21-landsliðsliðskiparin er nú kunngjørdur í Mjällby AIF. Skiftið hevur verið ávegis í eina tíð, men nú er altso greitt, at Áki Samuelsen skiftir næstbestu norsku deildina út við meistararnar í bestu svensku deildini.
21 ára gamli álopskendi miðvallarin kom til Ranheim undan kappingarárinum 2025 og við níggju mál og 10 uppleggum í 28 kappingardystum hevur hann veruliga gjørt um seg.
Mjällby og Ranheim eru nú blivin samd um, at Áki Samuelsen verður keyptur út av sáttmálanum við norska felagið.
Sáttmálin er galdandi til kappingarárið 2030.
(Mynd: Mjälby AIF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald