Fótbóltur

Áki Samuelsen tvífaldur málskjútti í fyrsta Champions League-dystinum hjá Mjällby

Føroyski vongurin gjørdi bart og skoraði til 1-0 og 2-0 innan fyrstu 25 minuttirnar móti Lincoln Red Imps. Hann hevði eisini hattrikk-møguleika hetta søguliga kvøldið í Svøríki men brendi brotsspark.

Áki Samuelsen ger vart við seg - eisini í Champions League (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Áki Samuelsen ger vart við seg - eisini í Champions League (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2026-07-21 19:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld spældi Áki Samuelsen  í Champions League á fyrsta sinni, síðani hann sum 17-ára gamal kom inn fyri HB móti Inter Club D'Escaldes.

Nú, fimm ár seinni, ger Áki Samuelsen bart í Svøríki. Í fyrsta dystinum hjá Mjällby í Champions League yvirhøvur var 22-ára gamli føroyingurin stóri maðurin í álopspartinum hjá svensku meistarunum.

Áki skoraði til 1-0 í 18. minutti og 2-0 í 24. minutti og var ein støðug hóttan móti gestunum av Gibraltar.

Tað varð 3-0 undan steðginum, og miðskeiðis í 2. hálvleiki fekk Mjällby brotsspark. 

Tað skuldi Áki Samuelsen, men tíverri brendi føroyingurin. Harvið ikki hattrikk men flott avrik hjá vinstra vonginum.

Sí meira um dystin á UEFA

[object Object]
Mynd: Mjällby AIF

Áki spældi 90 minuttir, meðan Martin Agnarsson ikki kom á vøllin. Vinstri vongverjin noyðist at bíða við sínum fyrsta Champions League-dysti; kanska verður tað í næstu viku, tá Lincoln Red Imps tekur ímóti á Gibraltar. Hetta var mótstøðuliðið hjá Víkingi í 1. umfari í fjør.

Við útgangsstøðinum hevur Mjällby meira enn eitt fet í 3. umfari í Champions League - og í einum deildarspæli í onkrari evropeiskari kapping. Iberia Tbilisi ella Slovan Bratislavan bíða vinnaranum av hesari uppgerðini í 3. umfari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder