Hann skoraði trý mál í Sørvági síðsta vikuskifti, og aftur í dag sló Áki Samuelsen veruliga til.
At skora eitt hattrikk er ikki so vanligt, og at gera tað tveir dystir á rað er væl meira óvanligt. Nú hevur 20-ára gamli havnarmaðurin megnað bæði.
Í 3-0 sigrinum á KÍ í dag skoraði Áki eftir góðar dribblingar og hørð skot. Tað fyrsta var langskot, tað seinna var við nakað veikara vinstra beininum, og vandamiklig 10'arin hjá HB rakti longra málhorn og tað, sum var nærri.
Áki Samuelsen gjørdi bart móti KÍ (Myndir: Jens Kr. Vang)
14. umfar í Betrideildini
Í dag, sunndagin 23. juni
HB - KÍ 3-0 (1-0)
4' Áki Samuelsen 1-0
46' Áki Samuelsen 2-0
77' Áki Samuelsen 3-0
Eitt framúr avrik hjá Áka Samuelsen, sum hevur lyft sítt spæl uppaftur meira og sum fastur vinstri vongur í HB á ein hátt hevur tikið við eftir Adrian Rúnason Justinussen. Hillerød-spælarin var størsti álopskendi profilur felagsins í millum annað 2023.
Áki hevur nú tólv mál í 14 Betrideildardystum í ár. Harvið er hann javnsettur toppskjútti við Páll Klettskarð hjá KÍ. HB og Víkingur hava eins nógv stig í oddinum. HB hevur bara vunnið síðani tapið í Sarpugerði 15. mars.
Les eisini: 3-0 í klassikaranum: Kapprenningin um FM verður millum HB og Víking
Áki Samuelsen nærkast 90 Betrideildardystum og er komin uppum 30 mál. Hann hevur verið fastur fúsur á U21-landsliðnum seinastu árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald