Fótbóltur

Albania ikki eins stórur favorittur sum Kekkia var

Tó gevur tað peningin meira enn tríggjar ferðir aftur hjá veddingarfyritøkunum, um spælt verður á at Føroyar fáa stig, og at tað eydnast á Tórsvølli í kvøld.

Føroyar runnu fyri tað mesta aftaná kekkum leygarkvøldið, tá útiliðið eisini var risafavorittur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyar runnu fyri tað mesta aftaná kekkum leygarkvøldið, tá útiliðið eisini var risafavorittur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-06-20 12:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 19.45 spæla Føroyar og Albania EM-undankappingardyst á Tórsvølli. Hjá báðum liðunum er talan um dyst nummar trý. 

Albanar vunnu 2-0 á Moldova á heimavølli leygardagin og hava trý stig - taptu 1-0 fyri Póllandi í fyrsta umfari. Á liðnum eru spælarar, sum til dagliga spæla í millum annað Serie A og La Liga.

Albania er styrkismett sum nummar 68 í heiminum. Hetta eru tjúgu pláss undir Kekkia, sum var mótstøðuliðið hjá Føroyum leygarkvøldið. Føroyska liðið er í løtuni nummar 125.

Gestirnir eru, ikki óvæntað, rímiliga greiðir favorittar á Tórsvølli í kvøld. Tað er ikki líka stórur munur á pappírinum, sum tað var millum Føroyar og Kekkia, men ein sigur til Albania í kvøld gevur peningin 1,7 ferðir aftur ella nakað lægri enn tað hjá flestu veddingarfyritøkunum.

Hetta er ikki so nógv fyri ein útisigur. Ein javnleikur liggur um 3,50 hjá teimum flestu, og ein heimasigur millum fimm og seks ferðir peningin aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder