Fótbóltur

Albania vísti størri neyvleika í vindinum

Føroyar taptu 0-3 í seinna venjingardystinum á Malta. Eins og í fleiri Nations League-dystum í heyst, høvdu føroysku kvinnurnar tó fleiri góðar málmøguleikar.

Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen, sum til dagliga spælir í bestu svensku deildini, spældi væl men brendi nakrar málmøguleikar (Mynd: Domenic Aquilina / FSF)

Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen, sum til dagliga spælir í bestu svensku deildini, spældi væl men brendi nakrar málmøguleikar (Mynd: Domenic Aquilina / FSF)

2024-02-25 15:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóast dysturin varð spældur í Miðjarðarhavinunum, so sá tað út til at vera føroyskt veðurlag - serliga í byrjanini av dystinum á Tony Bezzina leikvøllinum í Paola. Tað var ógvuliga grátt, nakað av avfalli og heilt fitt av vindi.

Tað var vindur gjøgnum allan venjingardystin millum Albania og Føroyar. Sólin kom so líðandi fram á Malta, men fyri Føroyar endaði tað, eins og hósdagin, við tapi. Tað eydnaðist heldur ikki at skora móti Albania, men tað var nær við nakrar ferðir.

Til ber at síggja allan dystin her

Meira neyvleiki var hjá teimum í reyðum og svørtum. Tær vóru nær við at skora beinanvegin, tá Føroyar mistu bóltin í uppspælinum. Albania fekk tó einsamalla málið í 1. hálvleiki eftir flott gjøgnumbrot við bandaspæli. Skotið lá eisini heilt úti í longra horninum: 0-1.

Signe Pries Andersen skifti ikki so nógv út, sum man annars ofta ger til venjingardystir. Dysturin líktist eisini rímiliga nógv teimum flestu hjá Føroyum í Nations League í fjør: Hann var tættur, bylgjaði leingi nakað aftur og fram, Føroyar høvdu fleiri góðar málmøguleikar, men mótsstøðuliðið vísti meira skerpni og vann.

Tað var innanfyri fáar minuttir miðskeiðis í 2. hálvleiki, at Albania í roynd og veru avgjørdi dystin. Tað eydnaðist at sleppa ígjøgnum í síðuni og at fáa eitt innlegg inn í føroyska brotsteigin. Har var ein hjá Albania púra frí og stútaði uppum Óluvu Allansdóttir Joensen, sum var fangað á skeiva beininum í føroyska málinum. Næsta veruliga álopið endaði við hornasparki, sum Føroyar ikki fingu vart fyri, og so var 0-3.

[object Object]
Tað var bert í heimadystinum móti Aserbadjan (1-2), at Føroyar fingu mál í Nations League í fjør. Eins og tá, var rímiliga tætt leingi á Malta í dag - Jensa Tórolvsdóttir skapti støður, tá hon kom á vøllin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hóast Albania var nakað omaná samanlagt, so samsvarar 3-0 ikki heilt við dystarmyndina í Paola. Føroyar fingu flutt bóltin væl til tíðir, vóru sum heild væl við og komu til nógvar støður. Serliga var liðskiparin Ásla Johannesen nær við: 

Í fyrra hálvleiki varð Ásla send avstað í mótálopi, men skotið fór beint framvið. Eftir steðgin stórbjargaði málverjin, eftir at Malena Olsen hevði spælt hana fría í brotsteignum. Ásla Johanesen hevði eisini gott langskot, og seinni rakti nummar sjey ikki bóltin heilt mitt fyri málið, eftir gott uppspæl frá innskiftu Fridrikku Mariu Clementsen og Jensu Kannuberg Tórolvsdóttir í høgru. Júst tær báðar vístu góðar taktir, og Jensa kom eisini í fría skotstøðu seint í dystinum. Tað varð tó bjargað út til hornaspark.

Tað eydnaðist tó ikki Føroyum at fáa bóltin í málið, og harvið endaði tað 3-0 til Albania, og venjingarlegan er sum so komin at enda. Lutakastið til EM-undankappingina hjá kvinnum, sum verður seinni í ár, er á skránni týsdagin 5. mars.

Venjingardystur
Paola, 25.02
Føroyar - Albania 0-3 (0-1)

Føroyar (3-4-3/5-4-1):
Óluva Allansdóttir Joensen - Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen - Malena Olsen, Rúna Jacobsen og Eyðvør Klakstein, Ásla Johannesen (L) og Malena Olsen - Heidi Sevdal, Rebekka Benbakoura og Sunniva Willemoes.

Hesar komu inn í seinna helmingi av 2. hálvleiki: Fridrikka Maria Clementsen, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir og Mona Rasmusdóttir 

Til ber at síggja allan dystin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder