Fótbóltur

Malta vann við tveimum

Føroyska A-landsliðið við kvinnum tapti fyrra venjingardystin, sum í hesum døgum eru á skránni á Malta. Úrslitið gjørdist 2-0 til maltesisku vertirnar. Sunnudagin er mótstøðulandið Albania.

(Mynd: FSF)

(Mynd: FSF)

2024-02-22 20:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Sum heild var talan um ein javnan dyst, tá føroyska A-landsliðið við kvinnum hósdagin royndu seg í venjingardysti á útivølli móti Malta. Dysturin varð spældur á Tony Bezzina Stadion á lítlu oynni í miðjarahavinum.

Eftir fyrsti trý korterini stóð á jøvnum 0-0, men tá avtornaði vunnu maltesisku vertirnir við tveimum málum. Úrslitið gjørdist 2-0 til heimaliðið.

Annar dysturin á venjingarleguni á Malta verður sunnudagin 26. februar klokkan 13, og tá er mótstøðulandið Albania.

Venjingarlegan er fyrireiking til EM-undankappingina, sum byrjar fyrst í apríl mánað. Hvørjum londum okkara kvinnur skulu møta í undankappingini, verður avgreitt við lutakasti, sum verður týsdagin 5. mars.

Myndirnar niðanfyri hava vit fingið frá maltesiska fótbóltssambandinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder