Fótbóltur

Albert Ellefsen tekur yvir hjá vágakvinnum

Albert Ellefsen og Høgni Egilstoft Nielsen skulu taka sær av 07 Vestur kvinnum næsta ár.

Albert Ellefsen

Albert Ellefsen

2021-12-19 22:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður við Albert Ellefsen sum fer at standa við róðrið á besta liðnum hjá 07 Vestur í Betri deildini.

Hesum boðar felagið frá í kvøld.

Afturat sær hevur hann Høgna Egilstoft Nielsen, sum hevur verið ein partur av venjara toyminum í tvey ár, og tískil kennir leikararnar sera væl.

07 Vestur spældi í bestu deildini á fyrsta sinni í fjør, og endaði á næstaftasta plássi við tólv stigum.

Albert Ellefsen hevur drúgvar royndir sum venjari í Betri deildini og 1. deild hjá monnum og sum ungdómsvenjari. Hóast vit kenna hann best frá harra fótbólti, so hevur Albert áður vant lokal gentu lið hjá 07 Vestur og MB, og hann hevur eisini verið hondbóltsvenjari hjá Sóljuni.

Frankie Jensen var høvuðsvenjari há 07 Vestur í fjør.

[object Object]Ein av eyðsýndu 07 Vestur-leikarunu í fjør. Evelin Mastropasaua skoraði sjey mál fyri uppflytararnar (Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder