Fótbóltur

Áleið 200 atgongumerki eftir

Tað er framvegis møguleiki fyri at tryggja sær pláss á Tórsvølli í kvøld. Tað er tó ikki møguleiki at keypa við dyrnar.

2018-10-11 12:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar og Aserbaidjan spæla í kvøld í Nations League á Tórsvølli. Lagt er upp til ein tættan dyst, ið kann fáa avgerandi týdning í bólkinum.

Les meira

Í løtuni sær tað út til, at Tórsvøllur verður í øllum førum næstan fullsettur. FSF upplýsti seint fyrrapartin, at áleið 200 atgongumerki vóru eftir. Til ber at keypa tey á heimasíðuni hjá fótbóltssambandinum.

FSF upplýsir eisini, at tað ber ikki til at keypa atgongumerki við dyrnar, so tað ræður um at gera skjótt av og ogna sær atgongumerki til spennandi dystin, har føroyska liðið hevur tørv á øllum tí stuðulinum tað kann fáa.

Fyrsta bríksl á Tórsvølli er klokkan 19.45

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder