Fótbóltur

Upptakt: Javnur og avgerandi dystur fyri framman á Tórsvølli

Føroyar tekur ímóti Aserbadjan í Nations League í kvøld, og nógv er uppá spæl.

2018-10-11 11:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld skal føroyska A-landsliðið hjá monnum aftur í eldin. Talan er um 3. umfar í bólki C í deild D í UEFA Nations League.

Aserbadjan er mótsstøðuliðið, og bæði liðini hava nógv uppá spæl. Útiliðið hevur spælt tveir javnleikir higartil; fyrst á heimavølli ímóti Kosovo og síðani á Malta. Føroyar hava vunnið á Malta og tapt í Kosovo. Dysturin er á mangan hátt ein dystur um at gerast avbjóðari hjá Kosovo í oddinum av bólkinum. Í kvøld vitjar Malta í Kosovo, og tað kann væntast, at Kosovo vinnur og harvið kemur uppá sjey stig. 

Aserbadjan verður mett sum lítil favorittur í kvøld, men tað eru tó rímiliga høg odds uppá útisigur. Á styrkislistanum hjá Fifa eru Føroyar nummar 92 og Aserbadjan nummar 108. Nógv bendir á ein javnan og spennnadi dyst, ið kann koppa báðar vegir.

Tað er ymiskt sum bendir á, at Lars Olsen og Jóannes Jakobsen fara at broyta eitt sindur uppá føroyska liðið. Hetta hevur Lars givið borið eitt sindur fram í miðlunum, og in.fo metir, at Gilli Rólantsson verður fluttur av vinstra kantinum aftur á høgra bakk, og at Jóan Símun Edmundsson fær útgangsstøði frammanfyri tvørámannin í høgra borðið. Hetta gevur so pláss fyri Finni Justinussen, ið er glóðheitur fyri Næstved í næstbestu donsku deildini.

Tað verður sagt frá nakað av avfalli og vindi tá dysturin verður leiktur í kvøld. Hetta burdi tó ikki verið nakar vansi fyri føroyska liðið. FSF boðaði í gjárkvøldið frá, at undir 300 atgongumerki eru eftir til dystin. Talan verður um ein Tórsvøll, ið verður næstan fyltur upp, og har nógvur larmur helst verður, har frálíki Skansin fer at ganga á odda.

Føroyingar hava við sigri í kvøld veruliga møguleikan at bjóða av um fyrstaplássið í bólkinum. Vit vera á staðnum, og hava myndir og samandrátt frá dystinum og fáa viðmerkingar eftir dystin.

Føroyar Framá!     

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder