Oyggjaleikir 2019

Alex vann flott gull í trap-skjóting

Enn eitt gullheiðursmerki á skjótibreytini.

2019-07-11 14:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski leirdúgvuskjúttin Alex Johannesen var ikki til støðga á leirdúgvuskjótibreytini í Gibraltar í dag.

Hann gjørdist gullvinnari í greinini í trap, ið kallast ’Automatic Ball Trap’.

Eftir at tað gekk minni gott teir fyrstu dagarnar í liðskjótingini, var Alex óvanliga tryggur í kappingini fyri einstaklingar, sum byrjaði í gjár.

Hann kiksaði fyrsta skotið, men rakti síðan allar tær 74 næstu dúgvurnar, so hann lá greitt á odda, tá farið varð til songar í gjárkvøldið.

Í dag skjeyt hann fyrst 24, so 23 dúgvur, og førdi við fýra niður til nummar tvey, tá teir seks bestu fóru víðari til finaluumfarið.

Og við so tryggari leiðslu var lætt hjá Alex at tryggja sær gullið. Hann vann kappingina við 140 dúgrum, tvær fleiri enn Thomas Burns av Jersey og tríggjar fleiri enn Juan Manuel Bosch av Menorca.

Finn Ludvig endaði á 16. plássi.

Trap-skjúttarnir hava eina kapping eftir – hon kallast olympic trap og verður hildin í dag og í morgin. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder