
Pristina, Kosovo (Portalurin) Eftir tveir flogtúrar og nakað av bíðitíð fingu Allan Norðberg og hinir landsliðsspælararnir, sum í gjár ferðaðust úr Keypmannahavn til Kosovo ein góðan bita á Hotel Internation Pristina.
Sí eisini: Nakrir føroyingar seinkaðir
Eftir tað settu vit okkum niður saman við strandinginum í snøggu móttøkuni. 31-ára gamli vongurin/bakkurin er tann einasti í núverandi føroyska hópinum, sum var við, tá føroyska manslandsliðið í 2015 spældi Emerging Nations Championship her í høvuðsstaðnum í Kosovo.
- Tá hevði landsliðið ligið stilt í nøkur ár, og man visti ikki heilt, hvat man skuldi vænta. Menn vóru øðiliga spentir. Tað endaði so við, at tað gekk heilt væl, og vit vunnu kappingina.
Allan hevur sjálvur verið við til menningina síðani hesa menningarkappingina. Tá vit spurdu hann, hvat størsti munurin er frá tá til nú, staðfesti royndi landsliðsspælarin, at hóast heilt nógv er øðrvísi og betri innan føroyskan hondbólt, so er tað kanska serliga broyttu adressurnar, sum gera mun:
- Tað er torført at siga. Men eg haldi, at serliga tað at so nógvir spælarar uttanlands og spæla yrkishondbólt, hevur lyft landsliðið á eitt væl hægri stig. Tað hevur líkasum verið lykilin í menningini - saman við fleiri øðrum faktorum.
Allan Norðberg hevur sjálvur spælt í Íslandi síðani 2018. Fyrst í KA og nú við Vali, sum er milum heilt ovarligu liðini. Í fjør vann føroyingurin bæði íslendsku steypakappingina og triðsterkastu evropeisku kappingingina, European Cup. Eftir landsliðssteðgin skulu Allan, Bjarni í Selvindi og hinir spæla meistarafinalur.
Hoyr eisini landsliðsspælaran seta orð á tað í brotinum ovast
Allan hevur verið við til fleiri stórar upplivingar seinastu smáu tvey árini í Reykjavík-felagnum
Uppvaksnir í StÍF og skjótt skulu teir spæla um íslendska meistaraheitið - fyrst snýr tað seg tó um avgerandi EM-undankappingardystirnar fyri Føroyar (Mynd: Agnar Prestá)
- Fara altíð eftir at vinna
Tað eru ymisk roknistykki í spæl í tætta undankappingarbólkinum hjá Føroyum. Allan Norðberg tosar tó ikki nakað um framtíðarímyndir: Strandingurin staðfestir bara, at Føroyar fara eftir tveimum stigum aftur.
- Vit royna altíð at fara eftir at vinna. Tað hava vit víst fleiri ferðir, at tað ber til, hóast tað eru truplasr uppgávur. Kosovo er sterkt á heimavølli, men vit vóru greitt omaná móti teimum í Føroyum. Fyrst og fremst skulu vit spæla ein góðan dyst hóskvøldið.
Allan spældi á høgra bakki, sum er hansara upprunaliga pláss, í týðandi og flotta útisigrinum í Niðurlondum í mars. Hetta var hansara størsta landsliðsavrik í nýggjari tíð; millum annað við fimm málum uppá fimm skot.
Allan í væleydnari skotroynd breitt av høgra bakki í Niðurlondum (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Føroyar skulu tryggja EM-plássið í vikuni
Nú er Vilhelm Poulsen við aftur eftir skaða. Bundesliga-spælarin er fyrsta val á plássinum - Nummar sjey staðfestr bara, at hann er til reiðar at hjálpa føroyska liðnum: Líkamikið um tað er á vøllinum ella uttanfyri vøllin.
Føroyska liðið hevur venjing seinni í dag og spælir her hóskvøldið klokkan 19.15 føroyska tíð.
------------------------------------------------------
Støðan í bólki 6 eftir fýra umfør:
1. Føroyar 5 stig
2. Ukraina 4 stig
3. Niðurlond 4 stig
4. Kosovo 3 stig
Tvey tey fremstu koma víðari til EM-endaspælið í januar 2026. Tað er ógvuliga ósannlíkt, at trý'arin í hesum bólkinum verður ov stuttur.
5. umfar, hósdagin 8. mai
18.30: Ukraina - Niðurlond
19.15: Kosovo - Føroyar
6. og seinasta umfar, sunnudagin 11. mai
Niðurlond - Kosovo
Føroyar - Ukraina
(Báðir dystirnir byrja klokkan 17 føroyska tíð)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald