Fótbóltur

Allan Dybczak lagdur afturat HB-venjaratoyminum

Nú hevur HB ein venjara við A-venjaraprógvi.

Allan Dybczak (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

Allan Dybczak (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

2021-08-02 16:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kevin Schindler hevur higartil røkt uppgávuna sum høvuðsvenjari hjá besta liðnum hjá Havnar Bóltfelag eftir at samstarvið við Jonas Dal stegðaði.

Týskarin hevur tó ikki neyðugu pappírini til at standa á odda fyri liðnum, tí tað krevst ein A-venjaraútbúgving til. Hana hevur HB nú fingið upp á pláss við at fáa Allan Dybczak í toymið. Hann fer at hava høvuðsábyrgdina saman við Kevin Schindler, boðar HB frá.

[object Object]Kevin Schindler (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Allan Dybczak hevur drúgvar venjararoyndir á besta kvinnuliðnum há HB umframt á fyrstu deildarliðnum hjá felagnum.

Mikkel Richardt Mortensen verður hjálparvenjari. Restin av venjaratoyminum hjá Betri monnum verður óbroytt, sigur Havnar Bóltfelag.

HB vann í gjár 5-0 móti 07 Vestur, og skal hósdagin aftur royna seg á útivølli í Conference League, tá ísraelsk mótstøða bíðar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder