- Eftir trý ár í útlegd kemur Allan Dybczak heim aftur í HB-húsið, har hann fer beint í ein vælkendan leiklut - sum høvuðsvenjari hjá kvinnunum. Ein leiklut, sum hann fer at røkja til og við 2028.
Hesum boðar HB fra á Facebook-síðu sínari í kvøld.
Allan Dybczak var venjari hjá HB frá 2011 til og við 2019. Liðið endaði á heiðursmerkjaplássi flestu árini og var í nøkrum steypafinalum. Í 2019 eydnaðist at basa EBS/Skála.
Í sínum fyrsta ári í NSÍ, í 2023, vann NSÍ steypafinaluna móti KÍ. Árið eftir vunnu Allan og NSÍ-greipuna. Í ár gjørdst talan um silvur í landskappingini og ein evopeiskan sigur.
Samstarvið millum Allan Dybczak og NSÍ endaði, men nú hevur 51-ára gamli venjarin skrivað undir trý-ára sáttmála við HB. Hann fer at hava nógvar spennandi spælarar at arbeiða við, og er HB í løtuni steypavinnari.
![]()
Royndi venjarin í fremst kvinnudeildini skal aftur hava heimavøll í Gundadali (Mynd: Rói Sørensen/HB)
HB skrivar, at afturat sær hevur Allan Dybczak Petur Meinhard Magnussen, sum verður málmansvenjari.
Anna Jakobsen tekur eitt tørn afturat sum liðleiðari, og restin av toyminum kemur eftir ætlan uppá pláss skjótt.
Petur Meinhard Magnussen var eisini málmansvenjari hjá NSÍ
![]()
Anna Jakobsen, liðleiðari, Allan Dybczak, høvuðsvenjari, og Petur Meinhard Magnussen, málmansvenjari
Lukasz Cieslewicz hevur verið venjari hjá fremsta kvinnuliðnum hjá HB seinastu trý árini. Fyri stuttum gjørdist greitt, at fyrrverandi stórspælarin verður hjálparvenjari hjá André Olsen hjá besta mansliðnum. Umframt hetta skal Lukasz stjórna næstbesta mansliðnum hjá HB, sum júst er flutt upp aftur í 1. deld.
![]()
Lukasz Cieslewicz heldur fram í HB men hevur nú ein annan leiklut (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald