2021-07-28 14:00
Besta mansliðið hjá NSÍ skal hava nýggjan venjara. Tað er greitt eftir at felagið seinnapartin boðar frá, at Allan K. Jepsen ikki longur er venjari í NSÍ.
NSÍ hevur valt at siga sáttmálan upp, verðru sagt í fráboðanini.
Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá runavíkingum í ár. Herfyri taptu teir báðar Europa Conference League dystirnar móti FC Honka úr Finnlandi, og ruku út úr kappingini, og í heimligu kappingini hevur heldur ikki gingið væl.
So seint sum í gjárkvøldið tapti NSÍ 2-1 móti Víkingi. NSÍ liggur á fjórða plássi við 27 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald