
Tað gekk væl hjá fyrrverandi StÍF'arunum og landsliðnum fyrr í mánaðinum, men Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi hava seinastu vikuna verið við at tapt tvær finalur um í røðini um íslendska meistaraheitið.
Finala 1: 15. maí: Valur – Fram 33-37 (17:20.
Finala 2: 19. maí: Fram – Valur 27-26 (17:16)
2-0 í dystum. Spælt verður fyrst upp í trý - best av møguliga fimm dystum
Harvið er setningurin hjá Vali púra greiður: Liðið skal vinna tríggjar dystir á rað fyri at gerast íslendskur meistari 2025, og ein sigur er neyðugur í heimadystinum í kvøld.
Annars verður Fram meistari. Unga liðið hjá Einari Jónssyni - fyrrverandi H71-venjara - hevur verið omaná higartil. Í finalu 1 var Valur leingi á odda men misti síðani takið, og í dystinum mánakvøldið var so sigurin so tepur sum møguligt.
Einar Jónsson - her sum venjari hjá H71 í evropeiskum dysti (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vónin er harvið har hjá Vali. Allan og Bjarni skulu royna at gera mun í kvøld - triðja finalan byrjar klokkan 20.30
Til ber at fylgja við á handbolti.is.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald