Hondbóltur

Allan og Bjarni spæla avgerandi dystin í Íslandi í kvøld

Valur tekur ímóti FH klokkan 20.30 - vinnarin gerst íslendskur meistari. Føroysku landsliðsspælararnir kunnu fáa stóran leiklut fyri Val.

Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg eru báðir uppvaksnir í StÍF og spæla nú um íslendska meistaraheitið (Mynd: Sverri Egholm)

Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg eru báðir uppvaksnir í StÍF og spæla nú um íslendska meistaraheitið (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-07 13:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir fýra finalur, har liðini hava vunnið tvær hvør, er tíðin nú komin til fimtu og avgerandi finaluna um íslendska meistaraheitið hjá monnum 2026.

Valur kundi avgjørt tað á Hafnafjörðinum mánakvøldið, men eftir tvífalda longda leiktíð var FH omaná.

Sí eisini: Valur tapti eftir villa fjórðu finalu - spæla avgerandi dystin um meistaraheitið hóskvøldið

Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og hinir eru komnir fyri seg eftir stóra dramatikkin. Og klokkan 20.30, føroyska tíð, í kvøld er alt uppá spæl í Reykjavík.

Valur tapti finalurøðina í fjør men vann grundspælið í ár. Gongur tað sum í hinum fýra dystunum, gerst høvuðsstaðarfelagið meistari, tí heimaliðið hevur vunnið í teimum fýra finalunum higartil.

Til ber at fylgja finaluni á Hlíðarenda við live-bloggum á mbl.is og handbolti.is.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder