Tað var eitt stórt evropeiskt kvøld á Hlíðarenda í Reykjavík í kvøld, har Valur tók ímóti rumenska Minaur Baia Mare. Nógvur áskoðarar og eisini gott lag tí Valur vann fyrru hálvfinaluna í European Cup greitt.
Minaur Baia Mare er væl sterkari enn liðið úr Bukarest, sum Valur sló út í fjórðingsfinalunum. Talan er um eitt lið við spælarum úr nógvum ymiskum londum, men tað eydnaðist ikki teimum at gera tað til ein heilt spennandi dyst í íslendska høvuðsstaðnum.
Einasti útlendski spælarin á liðnum hjá Vali er føroyski vongurin Allan Norðberg. Hann spældi ein góðan part av dystinum í kvøld og skoraði trý mál fyri Val. 30-ára gamli strandingurin er skrásettur fyri fimm skotroyndir.
Heimaliðið bygdi sær skjótt eina góða leiðslu upp, var á odda 18-14 í hálvleikinum og tvífaldaði í 2. hálvleiki.
Tað endaði 36-28, og tað merkir, at Valur skal spæla nakað undir sítt stig, um tað skal gerast heilt spennandi í Rumenia. Tað er sjálvandi nakað torførari á útivølli, so fyri Allan Norðberg og teir snýr tað seg helst mest um at hugsavna seg rætt.
Hesin dysturin verður spældur næsta sunnudag, 28. apríl. Áðrenn tað hevur Valur tó fyrstu hálvfinaluna í Íslandi á skránni. Hon er á útivølli móti Afturlending mikukvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald