Fleiri føroyskir landsliðsspælarar spæla stórar dystir í hesum døgum, og leygardagin hevur Allan Norðberg møguleikan at gerast íslendskur steypavinnari.
29-ára gamli strandingurin hevur spælt í Íslandi síðani 2017, og nú er eitt gullheiðursmerki og steyp uppá spæl. Allan skoraði eitt mál, tá Valur vann 32-26 á Stjarnuni í hálvfinaluni í kvøld.
Íslendski landsliðsmálverjin, Björgvin Páll Gústavsson, var heilt stóri maðurin fyri Val í sigrinum.
Í finaluni skal Valur royna seg ímóti ÍBV, sum gjørdist íslendskur meistari í fjør við Dánjali Ragnarsson (nú VÍF) og Janus Dam Djurhuus (nú FIF) á liðnum. Í liggur ÍBV nakað aftanfyri Val í landskappingini.
Finalan í íslendski steypakappingini hjá monnum verður leygardagin klokkan 16. Føroyski høgri vongurin, Allan Norðberg, verður allarhelst at síggja á vøllinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald