Í kvøld var Fótbóltsgalla 2019 á skránni í Parnassinum á Hotel Hafnia. Tað vóru Miðlahúsið og FM1 sum í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya skipaðu fyri.
Ársins leikarar í ymiskum bólkum, sum venjarar, leikarar og miðlafólk hava valt, vórðu heiðraðir, og tað gjørdist skjótt greitt, at KÍ'arar fóru avstað við tí mesta. Hetta var ikki óvæntað; besta mansliðið og besta kvinnuliðið í landsins næststørsta býi vunnu FM, og nógvir einstakir persónar gjørdu vart við seg.
Hjá monnum vann KÍ í seks útav sjey bólkum og heili átta leikarar vóru á ársins liði. Jóannes Bjartalíð gjørdist ársins leikari, umframt ársins miðvallari, og liðskipari hansara, 21-ára gamli Jákup B. Andreasen varð kosin ársins ungi leikari. 22-ára gamli høgri bakkurin Jóannes Kalsø Danielsen varð valdur til ársins verjuleikara, og Kristian Joensen var besti aftasti skansi. Meistaravenjarin Mikkjal Thomassen vann heiðurin sum ársins venjari.
Toppskjúttarnir í báðum deildunum vórðu eisini kosnir til ársins áleyparar. Klæmint Andrasson Olsen setti met við 26 málum hjá monnum. Heidi Sevdal var ofta á pallinum, tí HB-áleyparin varð eisini kosin til ársins leikara hjá kvinnum. Har vóru tað annars KÍ-leikarar, í heilt ymiskum aldursbólkum, ið vunnu heiðrarnar. Á ársins liðið, ið var sett útfrá atkvøðum, var tað væl útdeilt millum teir tríggjar FM-biðlarnar: Fýra úr KÍ, fýra úr HB og tríggir úr ÍF/VÍK/B68
Árni Petersen úr Klaksvík varð kosin til ársins dómara í Betrideildini hjá kvinnum. Hjá monnum var tað Alex Troleis. Hallur Hansson varð valdur til besta A-landsliðsleikara í hesari EM-undankappingini og í Nations League.
Her eru vinnararnir hjá kvinnum (Vinnarin í feitum, hini tilnevndu niðanfyri) :
Ársins spælari:
Heidi Sevdal, HB
Eyðvør Klakstein, KÍ
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68
Ársins ungi spælari:
Sanna Svarvadal, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Jensa Tórsólvsdóttir Kannuberg, ÍF/Víkingur/B68
Ársins málverji:
Óluvá Allansdóttir Joensen, KÍ
Anna Súnadóttir Hansen, EB/Streymur/Skála
Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen, HB
Ársins verjuspælari:
Ragna Patawary, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Maibritt Olsen, ÍF/Víkingur/B68
Ársins miðvallari:
Eyðvør Klakstein, KÍ
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68
Julia Naomi Mortensen, HB
Ársins áleypari:
Heidi Sevdal, HB
Rebekka Benbakoura, HB
Hanna Isaksen Højgaard, ÍF/Víkingur/B68
Ársins venjari:
Aleksandar Djordjevic, KÍ
Allan Dybczak, HB
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68
Ársins dómari:
Árni Petersen
Jón Tór Baldvinsson
Stephan Petursson
Ársins lið - kvinnur:
Óluva Joensen (KÍ) - Julia Helena Dal Henriksen (HB), Maibritt Olsen (ÍF/Víkingur/B68), Ragna Patawary (KÍ), Durita Hummeland (KÍ) - Jacoba Langgaard (ÍF/Víkingur/B68), Eyðvør Klakstein (KÍ), Julia Naomi Mortensen (HB), Jensa Tórolvsdóttir (ÍF/Víkingur/B68) - Heidi Sevdal (HB), Rebekka Benbakoura (HB)
Her eru vinnararnir hjá monum (Vinnarin í feitum, hinir tilnevndu niðanfyri) :
Ársins leikari:
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Árni Frederiksberg, B36
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Ársins ungi spælari:
Jákup B. Andreasen, KÍ
Petur Knudsen, NSÍ
Adrian Justinussen, HB
Ársins málverji:
Kristian Joensen, KÍ
Teitur M. Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Ársins verjuspælari:
Jóannes K. Danielsen, KÍ
Jesper Brinck, KÍ
Andrias H. Eriksen, B36
Ársins miðvallari:
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Jákup B. Andreasen, KÍ
Árni Frederiksberg, B36
Ársins áleypari:
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, KÍ
Páll A. Klettskarð, KÍ
Ársins venjari:
Mikkjal Thomassen, KÍ
Jákup á Borg, B36
Heimir Guðjónsson, HB
Ársins dómari:
Alex Troleis
Eiler Rasmussen
Petur Reinert
Ársins A-landsliðsspælari (Nations League íroknað):
Hallur Hansson, AC Horsens (DK)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Atli Gregersen, Víkingur
Ársins lið - menn:
Kristian Joensen (KÍ) - Jóannes K. Danielsen (KÍ), Jesper Brinck (KÍ), Andrias H. Eriksen (B36), Deni Pavlovic (KÍ) - Jóannes Bjartalíð (KÍ), Jákup B. Andreasen (KÍ), Simen Sandmæl (KÍ), Árni Frederiksberg (B36) - Klæmint A. Olsen (NSÍ), Patrik Johannesen (KÍ)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald