Tað verður einki avgjørt sunnudagin, men vit kunnu verða klókari uppá ymiskt, og endaliga myndin í topp-fýra og í botnstríðnum kann gerast greiðari eftir dystirnar sunnudagin.
25. umfar:
25 | 08-10-2023 kl. 15:00 | - | ||||
25 | 08-10-2023 kl. 15:00 | - | ||||
25 | 08-10-2023 kl. 15:00 | - | ||||
25 | 08-10-2023 kl. 15:00 | - | ||||
25 | 08-10-2023 kl. 15:00 | - |
Talva: Faroesoccer
Seinastu umførini er tað so, at allur dystirnir verða spældir samstundis, uttan at serstøður eru, ella til dømis at ein ella fleiri dystir púrt einki hava at siga.
Harvið fara nógv sunnudagin at hyggja eftir sínum liði og samstundis fylgja spent við, hvat hendir í dystinum sum kann hava ávirkan á hann. Tað er soleiðis, tað oftast var fyrr, men sum tað sjálvdan hevur verið í ár: At allir dystirnir byrja sunnudag klokkan 15.
Í roynd og veru snýr kappingin seg nú um trý lið sum kappast um tvey evropeisk pláss, umframt silvur og bronsu. Har eru B36 og Víkingur nú best fyri, og HB jagstrar. So er tað botnstríðið, har AB, TB og ÍF veruliga stríðast fyri at fáa 8. plássið. Tvey av hesum trimum fara allarhelst niður - B68 kann endaliga sleppa sær endaliga undan sunnudagin.
AB skal stríðast við KÍ sunnudagin um lívsneyðug stig. Áleyparin Brian Jakobsen, sum sæst við bóltinum her, hevur leikbann til dystin (Mynd: Sverri Egholm)
Talan er um triðseinasta umfar og tað seinasta undan landsliðssteðginum. Støðan sæst niðanfyri:
Støðan eftir 24. umfør:
1. KÍ 65 stig (24 dystir)
2. B36 53 stig (24 dystir)
3. Víkingur 51 stig (24 dystir)
4. HB 49 stig (24 dystir)
5. 07 Vestur 37 stig (24 dystir)
6. EB/Streymur 24 stig (24 dystir)
7. B68 21 stig (24 dystir)
8. TB 16 stig (24 dystir)
9. ÍF 15 stig (24 dystir)
10. AB 13 stig (24 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald