Hondbóltur

Allir spælarar tøkir

Eitt gott úrslit fyri okkum er, at vit annaðhvørt vinna dystin ella tapa so lítið sum møguligt, so vit kunnu avgera tað í Føroyum, sigur Ingi Olsen, venjari hjá H71. Hoyvíkskvinnur skulu spæla áttandapartsfinalu klokkan 17:30.

Elsa Egholm her í dysti móti sveisiska Spono Eagles (Mynd: Sverri Egholm)

Elsa Egholm her í dysti móti sveisiska Spono Eagles (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-09 15:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seint seinnapartin í dag skulu H71-kvinnurnar á vøllin at spæla fyrru áttandapartsfinaluna í EHF Europa Cup-kappingini, sum verður spæld á útivølli í Serbia.

Eftir at hava sent makedonska WHC Cair-Skopje og sveitsiska Spono Eagles úr kappingini, skal H71 í áttandapartsfinaluni spæla ímóti einum liði, ið hevur roynt eitt sindur av hvørjum, tí ZRK Naisa Nis vann í 2007 táverandi Challenge Cup-kappingina, sum tá var tann triðsterkasta av europeisku kappingunum hjá kvinnum.

– Vit hava allar spælararnar tøkar, so vit hava eitt fullmannað lið til taks til dystin, segði annar av venjarunum, Ingi Olsen, við útvarpið seinnapartin, tá ið hann eisini staðfesti, at ZRK Naisa Nis spælir upp á ein heilt annan máta, enn vit eru von at síggja í Føroyum.

– Tær brúka nógv pressspæl og gera tað alla tíðina, og tær spæla ikki eftir teimum spæliætlanum, vit eru von at síggja, so vit skulu umstilla bæði okkara verju- og álopsspæl munandi, og tað krevur óivað eisini nógva mentala orku av okkum.

Serbiska mótstøðuliðið vil helst hava so nógvar áskoðarar sum gjørligt til dystin, so tí er ókeypis atgongd. Uttan iva fara serbisku fjeppararnir at hoyrast, og Ingi Olsen ásannar eisini, at H71 skal spæla væl fyri at hanga í serbiska liðnum, tí tá ið bara 16 lið eru eftir í kappingini, kann man ikki rokna við at koma at avgera alt sjálvur niðri í Serbia.

– Eitt gott úrslit fyri okkum er, at vit annaðhvørt vinna dystin ella tapa so lítið sum møguligt, so vit kunnu avgera tað í Føroyum. Vit mugu ansa eftir, at ov stórur munur ikki verður á – burtursæð frá, sjálvandi, um tað ikki er til okkara fyrimun, segði H71-venjarin.

Dysturin sum byrjar klokkan 17:30 sæst ókeypis her. Leinkja verður eisini at finna á Portal-forsíðuni undan dystarbyrjan. FM1 sigur eisini frá dystinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder