2019-04-23 17:55
Leygardagin 20. apríl 2019 vann besta mansliðið hjá Mjølni føroyameistaraheitið, og harvið eisini greipuna. Í hesum sambandi bjóðar Klaksvíkar kommuna til móttøku í býráðsalinum, har borgarstjórin, Jógvan Skorheim, heldur eina røðu og øll flogbólts áhugaði kunnu heilsa uppá føroyameistararnar, skrivar kommunan.
Føroyameistaraheitið varð vunnið í einum sera tøttum dysti í høllini á Hálsi. Við úrslitinum 3-1 (27-29, 28-26, 25-22 og 28-26) gjørdist Mjølnir meistarar fyri fyrstu ferð í 15 ár.
Móttøkan í býráðshúsinum verður mikudagin 24. apríl kl. 16.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald