Fótbóltur

Almenna startskotið til kappingarárið á skránni í morgin

Føroyameistararnir KÍ og steypavinnararnir HB bresta saman í stórsteypadystinum, sum kann vera ein áhugaverd ábending. Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 17.30.

KÍ hevur vunnð trý FM á rað og hevur fullkomiliga havt yvirtakið í innanhýsis uppgerðunum móti HB seinastu tvey árini (Mynd: Jens Kr. Vang)

KÍ hevur vunnð trý FM á rað og hevur fullkomiliga havt yvirtakið í innanhýsis uppgerðunum móti HB seinastu tvey árini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-03-01 15:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vit eru nú farin inn í mars, og hetta merkir millum annað, at landskappingarnar í fótbólti byrja aftur. Øll liðini í Betrideildini hjá monnum skulu spæla næsta vikuskiftið, men í morgin er almenna startskotið. Tað er við stórsteypadystinum á Tórsvølli.

Síðani 2007 er kappingarárið hjá monnum byrjað við einum dysti millum steypavinnararnar og føroyameistararnar frá undanfarna árinum. Útyvir tað ítróttarliga, so er jaliga við hesum, at áskoðarainntøkrurnar fara til eitt gott endamál. Til ber eisin iat stuðla í samband við stórsteypadystin. Í ár er tað Berin, sum virkar fyri, at børn og foreldur í sorg, sum frá líður, gerast betur før fyri at handfara sorgina.

Les eisini: Berin fær ágóðan frá stórsteypadystinum

Á vøllinum eru tað arvafíggindarnir KÍ og HB, sum skulu stríðast. KÍ hevur vunnið stórsteypið tvey ár á rað  og trý útav teimum seinastu fýra árunum. Í 2020 var tað móti júst HB eftir brotssparkskapping. HB hevur vunnið stórsteypið fýra ferðir: Í 2021, 2019, 2010 og 2010.

Yvirlit yvir allar stórsteypadystirnar sæst á faroesoccer.com

Harvið eru tað einastu feløgini, ið hava vunnið hetta steypið seinastu fimm árini. Áhugin fyri dystinum í ár er stórur. Millumm annað er tað í tann mun, at tað eru nógv spurnartekin við bæði liðini: HB og KÍ hava nýggj venjaratoymi og nakrar nýggjar spælarar, og hava sæð heldur skinklandi út í nøkrum venjingardystum.

Júst tað seinasta noyðist ikki at merkja so nógv, men dysturin í morgin verður ein ábending um, hvussu kappingarárið kann fara at síggja út hjá stóru feløgunum. Serliga KÍ hevur nakrar skaðar at dragast við - HB hevur havt tað ógvuliga trupult í innanhýsis uppgerðunum seinastu tvey árini.

Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 17.30. Dysturin sæst í Televarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder