Tað er eingin spenningur tá 27. og seinasta umfar verður bríkslað í gongd í Betri deildini hjá monnum klokkan 15:15 seinnapartin.
KÍ er fyri fleiri vikum síðani blivin meistari. HB klárar ikki at taka Víking aftur á øðrum plássið, og málmunurin hjá B36 og EB/Streym er ov stórur til, at nakað broytist við fjórða plássinum, og harvið seinasta plássinum til evropamilliónirnar.
Klaksvíkingar, sum hava verið suverenir í ár, sleppa at taka ímóti steypinum á heimavølli, og dysturin verður móti niðurflytaranum Skála. KÍ er ósigrað í ár, og hevur longu stigamet við 74 stigum. Stendur KÍ eftir sum vinnari betrar KÍ um metið við fýra stigum. HB átti gamla metið við 73 stigum í 2018.
Silvurvinnararnir úr Víkingi taka ímóti EB/Streymi, sum kann pyntað um stigatalvuna við stigum, og koma nærri B36. Men evropiski fótbólturin verður ikki í Sundalagnum hesaferð.
B36 er á vitjan hjá B68 á Toftum. Spurningurin er, um toftamenn hava fingið armarnar niður aftur, eftir at teir sunnudagin vunnu 3-2 á NSÍ, og harvið yvirlivdu í deildini, og samstundis sendu grannarar niður í næstbestu deildina.
HB, sum hevur havt eitt misjavnt kappingarár og endar við bronsu, tekur ímóti niðurflytarunum NSÍ.
07 Vestur og AB hava verið partur av spennandi niðurflytingarstríðnum í ár, men nú alt er avgjørt, er ivasamt hvussu spennandi síðsti dysturin verður. Bæði liðini hava 28 stig, og eru tryggjað Betri deildarfótbólt næsta ár.
Allir dystirnir byrja klokkan 15:15.
27. umfar
KÍ-Skála (kl. 15:15)
07 Vestur-AB (kl. 15:15)
HB-NSÍ (kl. 15:15)
Víkingur-EB/Streymur (kl. 15:15)
B68-B36 (kl. 15:15)
Støðan eftir 26. umfør:
1. KÍ 74 stig (+63)
2. Víkingur 55 stig (+41)
3. HB 52 stig (+27)
4. B36 38 stig (+20)
5. EB/Streymur 35 stig (-19)
6. 07 Vestur 28 stig (-27)
7. AB 28 stig (-30)
8. B68 27 stig (-14)
9. NSÍ 21 stig (-26)
10. Skála 10 stig (-35)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald