Fótbóltur

Alt er blátt í Klaksvík

Blátt er gott verður sagt í Klaksvík. Í dag eru fleiri dagstovnar í Klaksvík litaðir bláir.

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2022-10-28 15:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag eru fleiri dagstovnar í Klaksvík litaðir bláir og Mylnuhúsið er einki undantak.

Sum upphiting til steypafinalurnar í morgin, vóru flestu børnini ílatin okkurt blátt, tey høvdu pyntað stovurnar og “mariukeksirnar” vórðu pyntaðar við bæði bláum og gulli.

Fyrrapartin komu KÍ leikararnir Hervør Olsen, Jákup B. Andreasen og Claes Kronberg á vitjan. Við sær høvdu tey FM steypini, sum børnini eisini fingu møguleika at lyfta. Tey prátaðu, tóku myndir saman við børnunum og skrivaðu autograf - og børnini vóru bæði stolt og spent.

Klaksvíkingar hava bæði síni fremstu lið umboðaði. KÍ-kvinnurnar spæla móti HB klokkan 15, og klokkan 19 eru tað KÍ-menninir, sum spæla móti Víkingi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder