Hondbóltur

Alt er opið undan seinna uppflytingardystinum

Mennirnir hjá ÍF Føroyum taptu ógvuliga tepurt í kvøld og hava framvegis góðan møguleika at tryggja sær uppflyting til fjórðbestu deildina.

(Mynd: ÍF Føroyar Hondbóltur)

(Mynd: ÍF Føroyar Hondbóltur)

2019-04-09 21:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Felagið hjá útisetunum á Amager tók i kvøld ímóti AB í fyrra av tveimum dystum um at flyta upp í 3. división. Talan gjørdist um javnan dyst, har føroyingarnar runnu aftaná allar 60 minuttirnar, men fingu eitt góðkent úrslit undan seinna dystinum. 

Føroyingarnir høvdu trupult við at fáa mál fyrstu løtuna. AB kom á odda við trimum málum eftir tíggju minuttir, men so fór ÍF Føroyar frá 3-6 til 6-6, og verjan og Eli Gærdum í málinum lukkaðu fullkomiliga av í nakrar minuttir. Í álopinum gekk serliga Hanus Christophersen á odda hesa løtuna, og miðskeiðis i hálvleikinum fór AB at mansverja vestmenningin, og tað varð gjørt so at siga restina av dystinum. 

Seinastu stóru løtuna av hálvleikinum skiftust liðini so at siga um at skora. ÍF Føroyar brendi nakrar upplagdar málmøguleikar og kom harvið ongantíð á odda fyri steðgin.

Munurin lá framvegis og svingaði millum eitt og tvey mál í byrjanini av 2. hálvleiki. Men so misnýttu føroyingarnir aftur nakrar stórar møguleikar, meðan AB helt fram at spæla væl í álopinum. Munurin kom uppá fýra mál 12 minuttir inn í hálvleikin, men føroyingarnar hildu fram at stríðast og hildu allatíðina sambandið. Høgri vongurin, Kristoffur Kristoffursen, hevði skorað nøkur góð og týdningarmikil mál ígjøgnum dystin, og í seinnu hálvu av 2. hálvleiki gjørdi vongurin hinumegin, Rasmus Müller, bart við nøkrum frálíkum málum. 

Tað gjørdist sera spenanndi ímóti endanum. Hanus slapp leysur av mansverjuni tvær ferðir og javnaði í báðum førum við sera góðum skrúara, og strikuspælarin, Høgni Olafsson javnaði til 24-24 við góðum málið. AB fekk avgjørt dystin í seinastu sekundunum, men ÍF Føroyar syrgdi í við sera góðum stríðsanda í 2. hálvleiki fyri, at munurin var so lítil sum møguligt. 

Úrslitið merkir, at um ÍF Føroyar skorar 26 mál ella fleiri í Gladsaxe leygardagin so er ein eitt-máls sigur nóg mikið til at flyta upp. Annars skulu føroyingarnir vinna við tveimum málum. Til avgerandi dystin verður ein av lyklaleikarunum í ár, Steinar A. Prestá, við aftur. Lagt er upp til enn eina ógvuliga spennandi uppgerð. 

Fyrri uppflytingardystur - Sundbyøster Hallen
ÍF Føroyar- AB 24-25 (12-13)

Málskjúttar hjá ÍF Føroyum: 
Kristoffur Kristoffersen 7
Rasmus Müller 6
Hanus Christoffersen 6
Andrias Berglíð Sólsker 2
Høgni Olafsson 2
John Andor í Horni Sivertsen 1  

Seinni uppflytingardystur: Leygardagin klokkan 14.00 í Gladsaxe.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder