Hondbóltur

Alt kann verða avgjørt hjá monnum í kvøld

Kyndil hevur møguleikan at fáa fyrsta FM á manssíðuni síðani 2007 í hús - til tess krevst ein sigur í Hoyvík. Vinnur heimaliðið, so verður neyðugt við einari triðju finalu um vikuskiftið.

Rógvi Dal-Christiansen og hinir í Kyndli eru svangir eftir gullinum (Mynd: Sverri Egholm)

Rógvi Dal-Christiansen og hinir í Kyndli eru svangir eftir gullinum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-30 15:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kyndil er mest vinnandi felagið á manssíðuni. FM nummar 30 kom í hús í 2007 - felagið hevur eisini flest steypagull (eisini samanlagt hjá kvinnum og monnum).

Seinastu 18 árini hava fimm ymisk feløg vunnið FM hjá monnum. Kyndil er ikki eitt teirra, men nú er man so nær sum gjørligt: Ein dyst frá.

Sí yvirlit yvir FM-vinnarar HER.

H71 vann fyrstu FM-finaluna hjá monnum, sum var á Hálsi millum halgidagarnar á páskum. Men síðani hava viljin, kropsliga styrkin og kynisman hjá Kyndli sigrað. Spælarar taka stóra ábyrgd í ymiskum løtum, og tað liggur til, at teir grønu taka gullið. Nú er tað upp til hoyvíkingar at royna at fáa javnvág.

Tað kann vera ilt at fáa greiðu á, hvussu øll hondbóltsendaspølini hanga saman. Í finalurøðum í Føroyum er tað so, at tað er "fyrst upp í fimm" ella "best av trimum". Harvið eru fyritreytirnar hesar í kvøld: 

- Vinnur Kyndil so er føroyameistaraheitið heima hjá teimum
- Vinnur H71, so er 2-2 samanlagt og ein 5. og púra avgerandi finala skal spælast á Hálsi sunnukvøldið

Fyrsta bríksl í fjórðu finaluni í Hoyvík verður klokkan 20.15.

Áðrenn hetta, klokkan 17.45, spæla kvinnurnar hjá somu feløgum. Har er bert talan um finalu nummar tvey. H71 vann tí fyrstu

Til ber at fylgja gongdini í báðum dystunum á portal.fo. Finalurnar kunnu stroymast á live.hsf.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder