Fótbóltur

Alt opið undan seinnu hálvfinaluni ímillum KÍ og HB

HB hevur tó eitt betri útgangsstøði - EBS/Skála hevur annað beinið í sínari triðju finalu á rað.

Heidi Sevdal - her í dysti í fjør - gav HB fyimunin í uppgerðini við 2-2 málinum í yvirtíðini í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

Heidi Sevdal - her í dysti í fjør - gav HB fyimunin í uppgerðini við 2-2 málinum í yvirtíðini í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-02 11:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjákvøldið vórðu seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum leiktar.

Í Klaksvík var HB á vitjan, og tað varð, eins og lagt var upp til, ein spennandi dystur. KÍ var á odda tvær ferðir, men í báðum førum javnaði útiliðið. 2-2 málið kom í yvirtíðini, og tað var Heidi Sevdal, ið tryggjaði HB eitt gott útgangsstøði. KÍ skal nú allarheltst vinna hálvfinaluna í Gundadali, fyri at koma í sína fyrstu steypafinalu síðani 2016.

Á Eiði var heimaliðið omaná. EBS/Skála er styrknað so líðandi í ár, og afturvenda Margunn Lindholm skoraði tvey mál. Hini skoraðu tvey av ungu talentinum hjá liðnum; Lea Lisberg ið skoraði til 1-0, hevur ikki verið við meira enn helmingin av árinum. EBS/Skála var greitt omaná í 1.hálvleiki; B36 skapti eitt lítið sindur av spenningini í uppgerðina, men skal skora minst tríggjar ferðir í Gundadali. 

Seinnu hálvfinalurnar verða leiktar hósdagin 17. august.

Fyrru hálvfinalurnar
01.08

KÍ - HB 2-2 (1-0)
27' Ragna Patawary 1-0
71' Rebekka Benbakoura 1-1
81' Liljan Jacobsen 2-1
90' Heidi Sevdal 2-2

EBS/Skála - B36 4-1 (3-0)
8' Lea Lisberg 1-0
14' Margunn Lindholm 2-0
26' Margunn Lindholm 3-0
71' Silja Augustinussen 4-0
78' Bára Magnussen 4-1


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder